40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Týski sjónvarps-verturin Susanna Ohlen er suspenderað av sínum arbeiðsgevara, sjónvarpsrásini RTL.

Orsøkin er ein hending fyrr í vikuni, tá ið hon í sendingini 'Góðan morgun Týskland' greiddi frá einum øki, sum er rakt av herviligu vatnflóðini.

Her var tann 39 ára gamla morgunvertur beinleiðis frá Bad Münstereifel í deilstatinum Nordrhein-Westfalen.

Í beinleiðis sendingini greiddi journalisturin frá, at hon var ikki bert farin til týska býin fyri at lýsa oyðileggingarnar, men hon var eisini farin fyri at hjálpa til í uppruddingini, segði hon og lyfti ein spaka.

Á skerminum stóð at journalisturin var "ósjálvboðin hjálpari", og Susanna Ohlen líktist eisini einum sum hevði arbeitt eftir hennara skitnu klæðum at døma.

Men eftirsíðani er ein video-upptøka komin undan kavi, sum hevur sett spurnartekin við hennara frágreiðing, skrivar danska TV 2.

Ein privatpersónur, sum var í bygningi tætt við Susannu Ohlen og kamerafólk hennara, filmaði týska journalistin.

Videoin er upptikin stutt áðrenn hon fór live, og vísur, at hon fleiri ferðir bukkaði seg niður og smurdi runa á klæðini og hattin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo