Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Svenska fyritøkan Minesto, sum saman við SEV arbeiðir við at seta ein sonevndan dreka út í Vestmannasund, sum skal vinna orku úr sjóvarfallinum, fer at gera eina roynd afturat at seta drekan út um miðjan oktober.

Tað hevur Minesto boðað frá á heimasíðuni.

Royndir vórðu gjørdar fyrr í summar, men ymsir trupulleikar gjørdu, at steðgað varð á og Minesto sigur, at umvælingar skulu gerast har sum drekin er festur í botn.

Minesto boðar eisini frá, at eitt annað stað í Føroyum er kannað, fyri at vita um tað er egnað til at seta ein líknandi dreka upp. Men onki verður sagt um, hvar í Føroyum tað er.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo