Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Havstovan: Ársritið hjá Havstovuni, sum við orðum og myndum lýsir stóran part av virkseminum seinasta árið, er nú prentað.

Lesast kann millum annað um, hvussu sjófuglurin er minkaður í Vestmannabjørgunum, um tveir djúpar havstreymar, sum nýliga eru avdúkaðir nærhendis Føroyum, um hvussu stóra ávirkan føði hevur fyri yvirlivilsi hjá toskalarvum, og hvussu sambandið er millum havstreymar, reyðæti og norðhavssild norðan fyri Føroyar.

Tað er eisini altíð áhugavert at síggja, hvussu virðini í afturvendandi tíðarseriunum hátta seg hetta seinasta árið.

Av tí at tilmælið fyri fiskiskapin eftir toski, hýsu og upsa á Landgrunninum nú verður gjørt í november-desember, hevur Havstovan gjørt av at prenta Sjóvarmál um várið og ikki um heystið, sum áður gjørt. Soleiðis ber til at fáa nýggjasta tilmælið við í ritið, meðan tað enn er nýtt. Hetta hevur í aðrar mátar ávirkað ritið soleiðis, at føstu árs-tættirnir hesaferð fevna um bæði 2020 og 2021.

Sjóvarmál 2022 kann lesast sum pdf-fíla her á heimasíðuni ella fáast sum prentaður bóklingur við at venda sær til Havstovuna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo