Stóra sorgin er at gera sær greitt, at vit sjálvi eru orsøkin til alla okkara mótgongd
- Kinesiskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Gjaldstovan: Sjóvinnustýrið er nýggjasti stovnur at leggjast aftrat Vanganum og kann bjóða viðskiftafólkum sínum at avgreiða síni viðurskifti talgilt.

Bátaeigarar, sjófólk og útróðrarfólk fara at fáa stórt gagn av nýggju talgildu tænastunum hjá Sjóvinnustýrinum, sum umsitur føroyska regluverkið um krøv til skip og bátar skrásett í Føroyum.

Hevur tú sjóvinnubræv ella førleikaprógv frá Sjóvinnustýrinum, fert tú at kunna síggja tey á Vanganum, og nær tey ganga út, eins og tú fert at kunna endurnýggja tey beinleiðis. Bátaeigarar fáa yvirlit yvir sínar bátar, og møguleiki verður bæði at skráseta nýggjar bátar og gera eigaraskifti á Vanganum. Eisini fert tú at kunna rinda rokningar fyri bátar.

“Sjóvinnustýrið hevur seinastu árini lagt stóran dent á at menna talgildar skipanir, sum koma brúkaranum til góðar. Við at koma á Vangan koma vit eitt stórt fet nærri okkara brúkarum, tí enn fleiri kundar kunnu avgreiða síni viðurskifti talgilt. Tað hevur stóran týdning fyri okkum, at brúkarin hevur atgongd til Sjóvinnustýrið óheft av upplatingartíðum og landafrøði. Hetta er framtíðin, og henni vilja vit fegin vera partur av", sigur Hans Johannes á Brúgv í Sjóvinnustýrinum.

Í Talgildu Føroyum fegnast vit um nýggju tænasturnar. At fáa Sjóvinnustýrið sum tænastuveitara styrkir um fjølbroytni á Vanganum. Málið er, at tú skalt kunna avgreiða flestu lívsins viðurskifti á einum og sama stað.

Far til síðuna hjá Sjóvinnustýrinum á Vanganum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo