Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Heimsplágan korona upptekur sinn og tankar almikið fyri tíðina. Søgan veit um nógvar mannaplágur av ymiskum slag. Tann ringasta byrjaði í garðinum á sinni og er enn orsøk til allar hinar.

So løgið tað kann ljóða, er søgan tann, at abbasonur og ommusonur Adam og Evu var tann fyrsti aftaná syndafallið  sum aftur byrjaði at ákalla navn Harrans 1, Mós.k.4 v,26. Fremstu søgukønir hava borið fram, at um tað mundi var ovurhonds neyð í heiminum vegna sjúkir, fólk skrýggjaðu til skaparin um bjarging.

 

Nógv hundrað ár longri frammi í søguni er almikið at lesa um mannalagnur av øllum slag. Sera ofta er sjúkan orsøkin. Vit kunnu bert í dag halda um læknaliga framferðarháttin, sum vit vilja og trúgva. Men myndugleikin gjørdi sítt besta eisini tá. Eins og vit í dag í landi okkara ikki eiga orð fyri viljan og ágrýtni og serligu tøkk til alt

sjúkrahúsverkið og tað politiska hvat avrigga hevur verið og er.

Í eini av nevndu tíðini, serliga kristindómsins, í aps.5,13 -, har lesa vit m.a. eins og hevur í síni tíð, verið gjørt á Landssjúkrahúsinum langt afturi, at tey bóru sjúk út í garðin, fleiri liva og vita um hetta, onkur eg tosi við um dagarnar hava arbeit við hesi sjúkraviðger, tá í tíðini. Søgan sigur at onkustaðni bóru tey fólk út á gøturnar fyri um ikki annað, skuggin av ávísum persónum t.d. Pæturi kundi fella á sjúklingar so teir harvið fingu heilsuna aftur.

 

Á ein náttarvakt á sildafeltinum, fyri nógvum árum síðan, kom eg á tal við skiparan, nógv lisin maður. Han segði mær frá fyri langari tíð, einum fronskum cruisekipi sum kom inn á Havnina. Haðani kom ein ferðandi út á sjúkrahúsið og bað um at sleppa at síggja eina skurðviðgerð, og var inni til liðugt var. Skiparin stóð við eini blaðgrein í hondini eftir manninum aftaná heimkomu, hann skrivaði í læknablaðnum og undraðist so á, at man her úti í Atlantshavinum í so lítlum landi og umstøðum kundi útføra eitt so stórt arbeiði, sum hann hevði verið vitni til á sjúkrahúsinum á ferð síni og frambar tøkk sína í franska læknablaðnum. Vit eiga og eru so takksom fyri hendurnar í sjúkrahúsverkinum.

 

J. M. Olsen

 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo