40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

- Sjúkrahúsverkið er undir sera stórum trýsti, nú Felagið Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar hevur kravt avgjald til felagið pr. starvsfólk fyri at fáa undantøk til akuttu tilbúgvingina undir verkfallinum.

- Felagið hevur fyrr í dag boðað Sjúkrahúsverkinum frá, at øll undantøk, ið verða givin frá kl. 16 í dag, hava eitt avgjald á kr. 200-, pr. lim pr. tíma, ið fer til at fíggja útreiðslur í sambandi við verkfallið. Soleiðis sum verkfallstøðan er í løtuni, svarar hetta til eina upphædd á uml. 80.000 kr. pr. døgn.

- Sjúkrahúsverkið hevur ikki heimild at gjalda pening fyri verkfallið til felagið sum kompensatión fyri undantøk til akuttu tilbúgvingina. Tí eru uml. 15 tænastumenn í Sjúkrahúsverkinum kallaðir inn á vakt. Hetta er tó als ikki forsvarligt, tí tænastumenninir verða noydd at taka yvir arbeiðsøkir, tey onki kenna til. Lív og heilsa hjá sjúklingum er tí sett í váða, og leiðslan í Sjúkrahúsverkinum kann tí als ikki góðtaka, at onki verður gjørt við støðuna.

- Vit vilja tí staðiliga heita á partarnar um at fara aftur til samráðingarborðið ella at politiska skipanin tekur um endan. Tað er óhoyrt fyri eitt framkomið samfelag at enda í slíkari óforsvarligari støðu.

- Fyri at núverandi støðan ikki skal endurtaka seg hvørja ferð sáttmálasamráðingar eru, er tað alneyðugt at fáa eina neyðtilbúgving í sáttmálan, soleiðis at Sjúkrahúsverkið og harvið føroyskir sjúklingar ikki koma í somu støðu aftur, sigur Sjúkrahúsverkið. 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo