Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Føroyski fólkatingslimurin Sjúrður Skaale sigur, at tað altíð hevur verið stuttligt at luttikið í einum kjaki um grindadráp, tí tað er eitt kjak sum er lætt at vinna.

Í eini dagførin á sínum facebookvanga sigur Sjúrður Skaale, at springaradrápið í Skálafirði ikki var í lagi, og tað kann lættliga fáa álvarsligar avleiðingar fyri føroyingar, eitt nú tí tað kann skaða útflutningin.

- Eg vóni inniliga, at tað sum hendi í gjár fær fylgir, annars verður tað ómøguligt at verja grindadrápið, endar Sjúrður Skaale sítt videoinnlegg.

VP hevur spurt Sjúrð Skaale, hvat hann meinar við, tá hann sigur, at hann vónar springaradrápið fær avleiðingar.

Sjúrður svarar soleiðis:

- Hopi at vit ANTIN skipa tað (drápið, red) nógv betur, seta mark fyri hvussu nógv skal drepast, læra fólk at drepa springarar skjótt og væl erc - ELLA steðga við at drepa springarar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo