Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Erling Eidesgaard er ein fongur fyri okkara politisku debatt. Hann er skilagóður, nuanseraður, mentaður, pragmatiskur. Í hansara huga livir tann frælsi tankin. Eingin politisk ”isma”, sum hevur tikið kvørkratak um hansara politisku sál. Erling er ikki fangi hjá nakrari dogmatiskari hugsan.

Erling er heldur ikki maðurin, sum gravar veitir. Men hann sigur kortini tingini, sum tey eru.

Fyrr í ár geiddi hann í eini talu skilvíst og við greiðum grundgevingum frá, hví Føroyar í veruleikanum ikki eru annað enn eitt spøkilsi. Orsøkin er, at meirilutin av føroyingum ikki hevur hug at loysa.

Tað er hetta, sum ger okkum til eina tjóð av spøkilsum. Sjálvandi.

Pedofilur
Undir tingviðgerðini av fíggjarlógini var hann aftur frammi við eini gløggari greining. Hon var endurgivin á dimma.fo í gjár.

Hann tosaði um játtanir, sum m.a. eg havi gjørt avtalu um á donsku fíggjarlógini, og segði soleiðis í sínum eyðkenda, sakliga og poetiska stíli:

”Hetta eru (…) skitnir pengar. Hetta er sum ein hundalortur, ið tú fær upp undir skógvarnar, tað er ringt at fáa hann undan aftur. Hetta er sleikisneisin, pedofil býta út og hetta eru pengar, tú fært fyri at selja ommu tína.”

Tað einasta, Javnaðarflokkurin hevur fingið á donsku fíggjarlógina fyri 2024, er nakrar krónur til ein danskan grunn, sum næmingar kunnu søkja stuðul úr, tá teir fara á háskúla. Upphæddin fyri 2024 er 500.000 kr. Grunnurin hevur verið virkin í mong ár. Vit – Anna og eg – avtalaðu bara, at skipanin skal halda fram – eftir ynski úr Føroyum.

(Eg gjørdi eisini – eftir ynski úr Føroyum – eina avtalu um tilsøgn um stuðul til ætlanina um at byggja eitt akvarium í Føroyum. Peningurin stendur í eitt ár, og hesa tíðina skal nevnd og leiðsla vita, um hon kann finna restina av fíggingini, innan- sum uttanlands. Játtanin er ætlað sum ein katalysator fyri hesa roynd. Eydnast tað ikki, fella pengarnar aftur til statin. Játtanin er altso ikki fyri 2024).

Atkvøðan hjá Javnaðarflokkinum á fólkatingi var nr. 90 eftir síðsta val. Uttan hana fingu sosialdemokratarnir ikki valdið. Tí spurdu bæði journlistar og politikarar, hví eg ikki kravdi nógv meir afturfyri. Eg kundi kravt fleiri 100 milliónir. Men tað er ikki soleiðis, vit arbeiða.

Men eg skipaði kortini fyri, at nakrar fáar krónur blivu settar í ein grunn, sum danskir næmingar kunnu søkja pengar úr, tá teir fara til Føroya.

Hetta heldur Erling Eidesgaard vera so fúlt, so sjúkt, so skammiligt og so perverst, at eg kann samanberast við ein pedofilan, ið ger seg inn á børn. 

(Ella heldur hann, at Danmark er tann pedofili, og eg eri barnið, sum letur seg lokka. Undir øllum umstøðum er tað, sum er hent, so ræðuligt, sum tað kann vera).

Eg skal sjálvandi ikki seta spurnartekin við hansara greining. Tað er jú ein mentaður, lisin og sakligur maður, vit hava við at gera.

Men hansara heimsmynd er sera áhugaverd. Tað gerst greitt, tá vit hyggja ein einum øðrum máli: 

Størsta lyftisbrot nakrantíð
Undan valinum var Tjóðveldi púra greitt í síni støðu til Russland: Føroyar skuldu ikki á stjórnarstigi gera eina avtalu við stýrið hjá Putin, samstundis sum hetta stýrið bumbaði Ukraina og hótti stabilitetin í øllum Europa.

Eftir valið fekk flokkurin bæði fiskivinnu- og uttanríkismál, og tískil ábyrgdina av júst hesum málinum. Men eftir at hava sitið á tí í næstan eitt ár, kom útmeldingin: Tjóðveldið vildi nú kortini samstarva við Putin!

Eingin føroyskur flokkur hevur, tað eg minnist, so greitt og so ógvusliga brotið eitt púra greitt vallyfti. Eitt vallyfti, sum var heilt grundleggjandi. Sum snúði seg um politisk virði. Um stovnsrøkt. Um búskap. Um strategisku plasering Føroya.

Tað løgna var, at eingin fekk nakrantíð ein bara líkinda forkláring uppá, hví flokkurin hevði vent 180 stig. Hvørki Dennis ella Høgni hava so mikið sum roynt at forklára tað.

Tann einasti tinglimurin, sum hevur úttalað seg, vildi standa fast við vallyftini. Øll hini tiga.

Verri avtala við Russland
Avtalan ið Russland snýr seg ikki um smápengar. Hon snýr seg um allan okkara búskap. Okkara fiskastovnar. Okkara politisku virði. Okkara strategiska tilknýti.

Í avtaluni fyri 2024, sum Dennis Holm hevur ábyrgdina av, fáa Føroyar rætt til minni enn 10.000 tons av toski í Barentshavinum umframt nakað av hýsu, flatfiski og rækjum (sum tað tó er ivasamt, um vit yvirhøvur fiska). Hetta er nógv minni enn í ár.

Afturfyri lata vit Russlandi 75.000 tons av svartkjafti, góð 12.000 tons av makreli og knøpp 6.000 tons av sild.

Men hetta er ikki alt. Russland sleppur eisini at fiska knøpp 56.000 tons av teirri svartkjaftakvotu, landið eigur í altjóða sjógvi, inni hjá okkum. Tað eru umleið 30.000 tons meira enn í ár, og sigst vera prísurin fyri ikki at loyva teimum inn í felagsøkið millum Føroyar og Bretland.

Skipatalið er øgiligt. Ikki færri enn 29 russisk risaskip hava lisens at fiska í føroyskum sjógvi meginpartin av árinum. Hesi skip eru – ella kunnu gerast – partur av hernaðarligu tilbúgving Russlands.

Og sannleikin er, at eftirlitið við teimum als ikki er nøktandi.

Vit vita ikki, hvussu stóran part tey fiska í altjóða sjógvi, og hvussu stóran part, tey fiska inni hjá okkum.

Hvussu stór hjáveiðan kann vera, er neyvt ásett í sáttmálanum. Men vit vita ikki, hvussu stór hon er í veruleikanum. Vit vita sostatt ikki, hvussu hetta ávirkar okkara grunnar. Okkara tilverugrundarlag.

Vit rinda altso ein heilt øgiliga høgan prís fyri tey rættindi, vit keypa frá Russlandi. Og tá vit hava rindað tann prísin, rinda vit ein øgiliga høgan prís fyri at fáa tað til høldar, sum vit hava keypt. Bæði íløgur og rakstur eru nógv, nógv dýrari av fiskiskapi í Barentshavinum enn av fiskiskapi í okkara egna sjógvi.

Tjóðveldi hevur áður talað ímóti útlendskum interessum í okkara fiskivinnu. Men okkurt av skipunum, sum fær kvoturnar í Barentshavinum, er partur av samtaki, sum er lutvíst útlendskt...

Hvat um tað vóru danir?
Og so til heimsmyndina hjá Erlingi.

Nakrar elasmáar upphæddir á donsku fíggjarlógini kallar hann pedofili, lort og mannahandil.

Avtaluna við Putin hevur hann hinvegin ikki sagt eitt einasta øvut orð um.

Men ímyndið tykkum, at tað var Danmark, vit høvdu gjørt hesa avaluna við!

Ímyndið tykkum, at 29 donsk risaskip sluppu at fylla seg inni á okkara øki uttan nakað eftirlit at snakka um!

Erling Eidesgaard hevði aldrin gingið við til tað! Aldrin, aldrin, aldrin! Hvørji lýsingarorð hann hevði brúkt um eina slíka avtalu, um hon var gørd við Danmark, kann ein bara ímynda sær. Men tey høvdu verið nógv verri enn bæði lortur og pedofili.  

Men so leingi tað er Putin, er tað í ordan. Tað hevði nokk eisini kunnað verið Iran, Sýria ella Norðurkorea. Bara tað ikki er Danmark!

Sámal Petur í Grund undraðist nú um dagarnar á, at Tjóðveldi vil loysa okkum frá Danmark, men knýta okkum at Russlandi. Tað eru tað mong, sum gera. Og so leingi sum eingin í Tjóðveldinum sigur eitt orð, mugu vit bara undrast á teirra heimsmynd.

Til endans vil eg ynskja Erlingi Eidesgaard eini gleðilig jól. Eg vóni at hann fær tað, hann ynskir sær. Og eg vóni ikki nakar er so óreinur, at hann gevur honum eina danska bók.

Tað hevði jú púra oyðilagt jólini hjá Erlingi...

Sjúrður Skaale

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo