40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Í Framsókn halda vit, at Tjóðleikhúsið skal liggja miðskeiðis í Havnini. Bara soleiðis fáa vit ta samvirkan ímillum mentan, býarlív, mat- og skeinkistøð, sum vit kenna frá stórbýum úti í heimi.

Eitt boð er at leggja Leikhúsið á Skálatrøð, men tað er sjálvandi treytað av, at parkeringstrupulleikin verður loystur samtíðis.

Vit síggja eisini fyri okkum, at eitt Tjóðleikhús kann liggja á eystaru bryggju, tá núverandi virksemið á havnaøkinum flytir út í nýggju havnina.

Sjálvandi staðsett við atliti til íbúgvar og virksemi í nærumhvørvinum

Nú skal man ansa sær, ikki at leggja meiri enn gott er í, at nývaldi formaðurin í leiklistaráðnum í sendingini Nón ikki kundi lova, at Tjóðpallurin fór at liggja í Havn.

Vónandi var tað fyrst og fremst eitt atlit til arbeiðsfriðin í bygginevndini.

Hinvegin minti útsøgnin meg á tunnilsgrótsmálið; um hvussu tað kann ganga, tá man fer skeivur í fatanini av sær sjálvum, sum tann, ið situr við buktini og báðum endunum. 

Vit í Tórshavnar kommunu kunnu ikki taka fyri givið, at tað er líka innlýsandi fyri restini av Føroya fólki, at eitt komandi tjóðleikhús skal liggja í høvuðsstaðnum.

Tí má kommunan gera tað, hon kann, fyri at skapa Tjóðpallinum bestu karmar í Havn.

Tað fer ikki bara at skapa leiklistini bestu karmar, men eisini teimum leikhúsvitjandi bestu upplivingina.

Ruth Vang
valevni fyri Framsókn til Tórshavnar Býráð

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo