Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

EB-Streymur/Skála: EB-Streymur/Skála er eitt felagslið í føroyskum kvinnufótbóltið, ið bleiv stovnað í 2013, sum eitt samstarv millum fótbóltsfeløgini EB-Streymur og Skála Ítróttarfelag.

Felags kvinnuliðið hevur gjøgnum árini megna at rokkið fleiri góðum fótbóltsavrikum. EB-Streymur/Skála vann á fyrsta sinni finaluna í steypakappingini í 2017, tá liðið vann finaluna 3-2 móti HB. Seinni sama ár, hin 7. oktober 2017, vann liðið FM á fyrsta sinni, og tað var samstundis fyrstu ferð í 21. øld, at eitt annað lið enn KÍ vann FM-heitið.

Nú 10 ár eftir at samstarvið bleiv skipað, fara feløgini tó aftur at skipað egin kvinnulið í bestu deildini til komandi kappingarár.

Arbeitt hevur verið við eftirmetingum og málum fyri kvinnufótbóltin frameftir og sum liður av hesum arbeiði er avgjørt at aftur skipa egin kvinnulið.

Skála ÍF og EB-Streymur takka hjartaliga fyri samstarvið øll hesi árini og ynskja blíðan byr nú liðini møtast aftur í kapping við hvørt annað komandi árið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo