Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Øðrvísi savnsvitjan við skaldskapi og náttúruvísindum leygardagin 16. mars kl 14 í Brekkutúni, Hoyvík.

Tjóðsavnið og Bókadeild Føroya Lærarafelags bjóða til eina øðrvísi og spennandi vitjan á Tjóðsavninum, har skaldskapur og náttúruvísindi, ástøði og royndir samantvinnast.

Skrá

- Framløga av bókini “Um upprunan til sløgini”, eftir Charles Darwin.

- Savnslærarin, Tórarinn á Rípuni, sigur frá og vísir djórasløg í Føroyum, sum broytast, tillagast – ella eru útdeyð.

- Framløgur av Klukku-skaldsøgurøðini og “Klukkusavnarahandbókini”, eftir M.G Leonard

- Klukkur í Føroyum, ein framløga við lívfrøðinginum Jón Aldará.

- Klukkuveiða. Børnini sleppa at royna seg sum klukkuserfrøðingar á klukkuveiðu á Tjóðsavninum.

Tiltakið er fyri alla familjuna – bæði til børn ið lesa sjálvi, og tey ið lurta.

Familjutiltakið er ókeypis.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo