Blæur og politikarar eiga at verða skift javnan - og av somu orsøk
- Joseph Sobran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Skansi Offshore, sum fæst við at eiga og reka veitingarskip í frálandavinnuni, hevði vinning uppá 8,4 milliónir krónur í fjør. Tað skal samanberast við hall á yvir 36 mió kr í 2020.

Leiðslan sigur í frágreiðingini, at vánaliga gongdin í 2020 vendi til tað betra í 2021. Eftirspurningurin eftir tænastunum, sum felagið veitir, vaks og nýggir kundar komu eisini til. Skipini vórðu brúkt 93,6% í 2021 móti 84,6% í 2020, sum leiðslan er nøgd við.

Nevnt verður eisini, at úrslitið hjá konsernini, uppá 149 mió kr, er serliga ávirkað av at skuld uppá 260 mió kr er strikað, í samband við at dóttirfelagið 6. september 2006 fór av knóranum.

Fíggjarstøðan hjá Skansa Offshore javnvigaði við 55,7 mió kr og eginognin var 22,9 mió kr.

Jens Meinhard Rasmussen er stjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo