40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Skansin heitir á allar áskoðarar, til landsdystir á Tórsvølli, um at:

- brúka tína rødd og klappa hart!

- reis teg upp og syng við!

- kom í hvítari blusu! Tilber at keypa Skansin blusur uttanfyri Tórsvøll.

FAN ZONE- upphiting

Fyri øll, verður á p-økinum niðanfyri Tórsvøll.

kl. 14: Tiltakið byrjar.
Street Food við Ruben Busk.
Sølubásur við fjepparavørum letur upp.
Pylsuvognur letur upp.
Undirhald til børn.

kl. 14-19: andlitsmáling.

kl. 15: fótbóltsquiz í teltinum.
Øl-sølan letur upp.

kl. 15-17: ymiskar kappingar við góðum vinningum.

kl. 16: landsliðslegendur vitja.

kl. 17: Eyðun og Terji framføra.

kl. 18: Fróði Benjaminsen trekkir vinnarin av ferð fyri tvey til Danmark, at hyggja eftir landsdystinum millum Danmark-Føroyar.

kl. 18.30: Skansin byrjar at syngja.

kl. 19.25: Skrúðgongu yvir á Tórsvøll.

‼️ØLL ERU VÆLKOMIN‼️

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo