40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Skapa vit ADHD í okkara sambondum hvør við annan?

Hetta er ein av verkstovunum, sum Tom Strong, PhD og professari í sálarfrøði,  hevur á altjóða ráðstevnuni Samskifti, samstarv og sambond, sum verður á Hotel Føroyum 19. og 20. Apríl 2018.

Ein ADHD diagnosa (og aðrar psykiatriskar diagnosur) kunnu “hertaka” persónin, sum hevur fingið diagnosuna og tey, sum liva saman við honum.

“Hertaka” merkir í hesum føri, at mátin vit fata diagnosuna, avmarkar mátan persónurin, ið hevur fingið diagnosuna, er upp á, og hvør hann kann blíva.

ADHD epidemiin bendir á, at tað er vorðið vanligt, at vanlig viðurskifti krevja eina medisinska diagnosu og líknandi viðgerðir.

Í hesi verkstovu verður dentur lagdur á at lýsa, hvussu diagnostiska fatanin hertekur  og skipar okkara máta at vera upp á og okkara sambond við hvønn annan,  umframt tey viðurskifti, sum ikki verða lýst til fulnar við eini diagnosu.

Gjøgnum samskifti finnan vit fram til aðrar fatanir enn bara diagnostisku fatanina.

Umframt hesa verkstovuna hevur hann verkstovuna Mapping av støðum ella: Mapping situations for new possibilities: What Situational Analysis ways of mapping can offer therapists and organizational development specialists.

Á heimasíðuni: www.faroeconference.com kanst tú lesa meiri um ráðstevnuna

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo