40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Lívsglaðir fólkahákskúlanæmingar. (Mynd eftir Jenný Joensen)

Í regni skiftir ormurin lit. (Mynd eftir Jenný Joensen)

Næmingurin Kamilla í ferð við at líma flisar upp á alumininumsplátuna. (Mynd eftir Jenný Joensen)

Lívsglaðir fólkahákskúlanæmingar. (Mynd eftir Jenný Joensen)

Í regni skiftir ormurin lit. (Mynd eftir Jenný Joensen)

Næmingurin Kamilla í ferð við at líma flisar upp á alumininumsplátuna. (Mynd eftir Jenný Joensen)

Á Fólkaháskúlanum hvørt hálvár eru skapan og list í hásæti ígjøgnum hendurnar á teimum næmingum, sum hava meldað seg til hesi autentisku skeið, sum skúlin bjóðar bæði føroyingum og okkara grannum.

Núverðandi heystskeið var heldur onki undantak, og í farnu viku legði listamaðurin Eli Smith næmingunum lag á í at gera brotamyndir, bæði í lítlum og stórum formati. Hvør næmingur fekk nú ein part av einum litríkum ormi at prýða við gimsteinum úr allari verðini, og omaná gjørdu tey sær myndevni í formi av speglum og undirløgum.

Kendi teknarin Janus á Húsagarði var eisini mitt í rokanum, og fotomyndir síggast her av prosessini, sum jú er líka viktig sum úrslitið.

Tann tiltikna kosmopolitiska háskúla-slangan á garðinum uttanfyri bleyv avdúkað seinasta fríggjadag, og síðan feiraðu íslendingar, norðmenn og føroyingar hetta bragd við kakai, bollum og fløta, tosandi enskt, íslendskt, norskt og føroyskt hvørt um annað í røttum háskúlaanda.

(tekstur: Napoleon Smith)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo