40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Góður borgarligur politikkur er, at ein kommuna altíð eigur at rekast so skynsamt, bíliga og effektivt sum gjørligt. Harnæst eigur kommunan at raðfesta tær íløgur sum eru neyðugar at fremja innanfyri tann árliga fíggjarkarmin á besta hátt og helst uttan lántøku.

Vit eiga eftir mínum tykki í Tórshavnar kommunu at hava sum mál, at fáa kommunuskattaprosentið, sum í dag er 19%, enn longur niður.  

Kommunan er til fyri borgaran og hevur tí eina sera stóra ábyrgd at tæna sínum borgarum best møguligt. Óneyðugar rakstrarútreiðslur og íløgur eiga ikki at koma fyri, men eiga heldur at koma borgarum til góðar við lægri kommunuskatti.

Samlaðu inntøkurnar í Tórshavnar kommunu verða væntandi umleið 1,1 mia.kr í 2021. Tí eigur rúm at verða fyri at okkara borgarar kunnu fáa ein rímuligan skattalætta næstu árini.

Ein skattalætti merkir ikki at meir peningur ikki kann játtast til eitt nú eldraøkið ella onnur økir, har tørvurin er vaksandi. Hinvegin kann kommunan næstu árini eftir mínum tykki tálma óneyðugum útreiðslum og ikki minst minka um fleiri stórar íløgur, sum síðstu 4 árini hava verðið heilar 175 mió.kr um árið, ella samlað 700 mió.kr.

Ein skattalætti kann fremjast bæði við at lækkað kommunuskattin, sum jú gagnar øllum skattaborgarum, men eisini við at hækkað eitt nú barnafrádráttin, sum gevur okkara barnafamiljum fleiri pengar um hendi.

At lækkað kommunuskattaprosentið td. 1% í Tórshavnar kommunu kostar umleið 45 mió.kr. við núverandi inntøkugrundarlagi.

Hjá eini vanligari familju við 2 inntøkum vildi hetta merkt ein árligan skattalætta á umleið 6.000 kr. Hetta er ikki so lítið hjá eini vanligari barnafamilju í dag.

Um tit ynskja eina borgarliga og framburðssinnaða rødd í Tórshavnar býráði, sum vil seta ein framtíðar skattalætta á dagsskrá,  so kunnu tit stuðla mær til valið 10.nov.

Birgir Nielsen
Valevnið fyri Fólkaflokkin til býrádsvalið í Tórshavnar kommunu 10. nov.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo