Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Tíðin er farin at ganga undan hjá landsstýrinum.

Tá Kristina Háfoss, fyri einum mánaði síðani, legði uppskot til fíggjarlóg fyri løgtingið, gjørdi hon greitt, at fíggjarlógin fyri 2016 skal hava avlop, og lægru inntøkurnar skulu fáa skattalætta á nýggjárinum.

Men tíðin er nú farin at ganga undan.

Seinasti dagur at leggja lógaruppskot fyri løgtingið, um lógin skal fáa gildi á nýggjárinum, er 4. november (komandi mikudag).

Men áðrenn tað skal Løgtingsskrivstovan hava málið til viðgerðar í nakrar dagar, so skattauppskotið má helst latast løgtinginum longu í dag.

Formliga ber til at gera undantøk frá hesi reglu, um 17 tinglimir skriva undir at víkja frá tíðarfreistini, men hetta er óhugsandi, tí sitandi samgonguflokkar átalaðu sera harðliga undanfarnu samgongu, tá slík undantøk vórðu gjørd.

Vit minnast øll skattalættan sum tey søgdu var ”skrumblaður ígjøgnum”.

Neyvan kunnu tey liva við at gera seg sek í tí sama.

Men tað krevur at uppskotið um skattalætta verður latið løgtingsskrivstovuni longu í dag.

Øll sum hava inntøku lægri enn 33.000 krónur um mánaðin skulu hava skattalætta, og tey sum eiga børn yngri enn 7 ár, og hava minni enn 700.000 krónur í inntøku fyri húsarhaldið, fáa harumframt 1.000 krónur um mánaðin fyri hvørt barnið í ”barnabeina”.

Hetta fer at kosta landskassanum fleiri hundrað milliónir krónur, sum skulu finnast onkra aðrastaðni, um landskassin ikki skal hava undirskot.

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo