Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Synergi: Hevur tú eina rúgvu, tú skalt lesa uppá stutta tíð? Situr tú ofta við tungum og/ella nógvum teksti á arbeiðinum? Hevur útbúgvingin stórt pensum? Kom á skeið í skjótlesing 25. og 26. november. Tá dagurin er av, kanst tú skimma 100 síður uppá 20 minuttir. Og einttá skilja tekstin.

Vit brúka tann lesiteknikkin, sum vit lærdu í barnaskúlanum. Vit lesa hart fyri okkum sjálvi – innantanna!

Tað bæði setir lesiskjótleikan niður, oyðileggur konsentratiónina og forðar okkum í veruliga at njóta gleðina við at lesa.

Á skeiðinum um Skjótlesing 25. og 26. november, fert tú at blíva tilvitað um tína innaru rødd og tú fert at læra, hvussu tú sleppur av við - og sløkkir fyri - røddini. Tá tú sløkkir “ljóðið”, er vanligt, at tú fert at lesa dupult so skjótt, og harumframt fert tú, tá tú hevur lært teknikkin, einttá at skilja tekstin betri.

Kom og lær teg teir ymisku lesiteknikkirnar til tey ymisku endamálini og blív meiri effektiv/ur.

Skeiðið er intensivt, og tað verður eisini undirvíst ein til ein umframt venjingar. Hetta vísir seg at geva bestu úrslit. Plássið er avmarkað pláss og fleiri pláss eru longu farin.

Tekna teg á www.synergi.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo