Tórshavnar kommuna: Eftir at hava gjøgnumgingið tey trý tilboðini um at leggja nýtt graslíki á ovara vøll í Gundadali, er tilmæli komið frá ráðgevanum um at fara undir at gera sáttmála við Laiderz Aps um verkætlanina.
Felagið hevur lægsta boð, og dygdin samsvarar við krøvini í útbjóðingartilfarinum. Sáttmálaupphæddin er 3.235.660 kr.
Landskappingardystirnir hjá HB og B36 verða leiktir á Tórsvølli í juli, tá ið graslíkið verður skift á ovara vølli. Eingir altjóða dystir eru í summar vegna koronastøðuna.
Málið kemur fyri á býráðsfundi hóskvøldið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo