40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hetta seinasta samdøgrið hevur býráðsmeirilutin í Tórshavnar kommunu fingið rættað ein skeivleika, sum hevur verið í mong ár. Talan er um reglurnar um, nær tiltakslimur skal kallast inn, og nær hann skal fara út aftur.

Í gjár varð innkallað til eyka býráðsfund, tí at minnilutin hevði biðið um at fáa mál hjá fíggjarnevndini fyri býráðið til støðutakan. Á býráðsfundinum sáddu umboð fyri minnilutan iva um, hvørt býráðslimur hjá meirilutanum kundi luttaka á býráðsfundi vegna áður fráboðað lógligt forfall.

Hesin ivi komst av, at siðvenja í nógv ár hevur verið, at tá ið býráðslimur boðar frá, at hann hevur forfall at møta á býráðsfundi, skal viðkomandi vera burtur frá býráðsarbeiðinum í 14 dagar. Soleiðis hevur Tórshavnar kommuna tulkað ásetingarnar um forfall í mong ár.

Eftir at ivi varð sáddur um nevndu viðurskifti, legði borgarstjórin fundin niður fyri at kanna spurningin nærri. Eg setti meg í samband við kommunala eftirlitið at umrøða støðuna og fekk beinanvegin at vita, at býráðslimur, ið hevur havt forfall, skal møta og hevur rætt til at møta aftur á býráðsfundi, tá ið viðkomandi er tøk/tøkur aftur.

Sostatt hevði viðkomandi býráðslimur hjá meirilutanum bæði rætt og skyldu til at luttaka á býráðsfundinum, og kommunan kundi tískil ikki halda fram við einari mannagongd, sum er skeiv. Henda niðurstøða varð beinanvegin fráboðað býráðnum. 

Minnilutin rýmdi av fundi
Minnilutin vildi kortini ikki góðtaka hesa niðurstøðu og rýmdi síðani av fundi, hóast hetta er ólógligt.

Eftir hetta skeyt eg upp - og varð tað síðani samtykt - at beina málið aftur í nevnd til tess at umrøða íkomnu støðuna.

Kallað varð inn til nýggjan býráðsfund í dag at viðgera málið, sum ikki varð avgreitt á býráðsfundinum í gjár.

Og fyri at fáa greiðu á teimum ivamálum, ið tóku seg upp á býráðsfundinum í gjár, bað Tórshavnar kommuna um løgfrøðiligt upprit frá kommunala eftirlitinum umframt frá uttanhýsis løgfrøðingi, sum var við til at smíða kommunustýrislógina.

Skeiv mannagongd skal rættast
Hesi bæði upprit eru fingin til vega í dag, og eru tey undan býráðsfundinum, ið kallað varð inn til í dag, send øllum býráðslimum hjá minnilutanum. Uppritini staðfesta tað sama, sum varð fráboðað á býráðsfundinum í gjár: Praksis hjá Tórshavnar kommunu hevur verið skeiv, tí at býráðslimur bæði kann og skal taka uppaftur býráðsarbeiðið, tá ið viðkomandi aftur er tøkur.

Kommunala eftirlitið staðfestir soljóðandi í sínum uppriti í dag:

“Í § 19 stendur: “Tá ið kommunustýrislimur aftur er førur fyri at luttaka, fer innkomni tiltakslimurin út.”

Tað vil siga, at kommunustýrislimur, sum kann møta til fundar fyrr enn vænta, skal møta á fundi, og ein møguliga innkallaður tiltakslimur skal víkja.

Ein skeiv mannagongd skal rættast, so skjótt tit eru greið yvir skeivleikan.”

Hesar niðurstøður havi eg saman við restini av meirilutanum í býráðnum tikið til eftirtektar, men hóast minnilutin hevur fingið hesi upprit, valdu teir seks býráðslimirnir hjá minnilutanum ikki at møta á býráðsfundinum, sum kallað varð inn til í dag.

Býráðslimirnir høvdu ikki boðað frá lógligum forfalli, og av tí at teir hava skyldu at møta á býráðsfundi, er eisini í hesum føri talan um brot á kommunustýrislógina, sum áleggur býráðslimum skyldu at møta á fundi.

Tá ið minnilutin førir fram, at skil ikki er á býráðsarbeiðinum í Tórshavnar kommunu, so er tað rætt, at mannagongdin í mong ár hevur verið skeivt umsitin, eisini undir leiðslu Javnaðarflokksins.

Henda skeivleika hava vit nú fingið rættað, og tí er skil nú komið á tað, sum hevur verið skeivt í mong ár.

Óhóskandi atburður
Tá ið minnilutin í býráðnum velur at rýma av fundi í gjár og at boykotta býráðsfundin, sum kallað varð inn til í dag, so er tað bæði ófrættakent og átaluvert. Minnilutin velur at viðgera mál og støður í býráðnum í miðlunum í staðin fyri at møta upp á býráðsfundi, sum teir hava lógarásetta skyldu til.

Tað er á fundum, býráðslimir gera sína ávirkan galdandi – eisini um teir eru ónøgdir og ósamdir við teimum málum, sum eru til viðgerðar.

Annika Olsen, borgarstjóri

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo