40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Á eyka fíggjarnevndarfundi og á eyka býráðsfundi í dag, sum meirilutin í Tórshavnar Býráði kallaði inn til við sera stuttum skotbrá, kundu vit staðfesta, at meirilutin í Býráðnum hvørki virðir tær mannagongdir, sum hava verið galdandi í býráðsarbeiði í Havn og í Føroyum seinastu nógvu árini – og heldur ikki  virðir skylduna at kunna minnilutan um, at mannagongdir verða broyttar. Virðingin  fyri galdandi lógum er slept. orsøkin til at fundur soleiðis í skundi skuldi verða, var at ein ætlað avgerð sum ikki var endalig av órøttum var fráboðað, uttan at neyðugu samtyktirnar vóru gjørdar

Vit í minnilutanum mótmæla hesari framferð, sum varð í dag - fyrst á fíggjarnevndarfundi og seinni á Býráðsfundi.

Seinastu 40-50 árini hevur tað verið krav til ein býráðslim, sum hevur tørv á at fara í farloyvi, at hesin skal vera burturi frá øllum býráðs- og nevndararbeiði í 14 dagar, og at varafólk skal ella kann kallast inn.  Tað hevur verið ein bági hjá mongum okkara – men vit hava virt avgerðina, tí hon er í tráð við galdandi lóg.

Í dag varð henda mannagongd knappliga slept. Uttan at vit í minnilutanum eru kunnað ella hava haft møguleika at siga okkara hugsan um tað.  Tað stutta av tí langa er, at býráðslimur møtti á fundi, sum hevur boðað frá at viðkomandi er í farloyvi, og uttan atkvøðuna frá hesum býráðslimi stóð á jøvnum millum meiriluta og minniluta.

Vit mótmæltu á fundinum og fóru av fundinum at umrøða støðuna. Bæði borgarstjóri og kommunustjóri blandaðu seg í fundin hjá minnilutanum – og best sum vit tosaðu við Kommunustjóran, tók borgarstjórin býráðsfundin uppaftur at atkvøddi málið, sum skuldi avgreiðast í bráðskundi, aftur í nevnd – uttan at semja varð um, hvørt Býráðið yvirhøvur var viðtøkuført.

Minnilutin í Tórshavnar Kommunu krevur, at greiðu fæst á hesum máli skrivliga og frá røttum myndugleika, áðrenn býráðsfundur verður aftur – og vit krevja somuleiðis at fáa somu sømdir og somu kunning um tær broytingar sum verða framdar.

Tað er ikki í lagi at benda galdandi reglur, bara tí at tørvur bert  til tess at tryggja sær ein tepran meiriluta í Tórshavnar Býráði.

Vegna minnilutan í Tórshavnar Býráði
Heðin Mortensen, Tróndur Sigurðsson, Bjørghild Djurhuus, Helena Dam á Neystabø, Halla Samuelsen og Annfinn Brekkstein

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo