40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Síðan projektkappingina um torgið í Vágsbotni á sumri í 2020 hava fleiri mett tað ynskiligt, at umraðfesta og hyggja at økinum av nýggjum og frá øðrum vinklum. Umsitingin hevur tí ikki arbeitt víðari við vinnandi uppskotinum.

Ráðgevararnir, sum ikki vunnu kappingina, men lótu nøktandi tilfar inn, fingu kr. 75.000 fyri at luttaka í kappingini. Nú fær so vinnarin av kappingini, Zeta Architects, somu samsýning, sum hinir luttakandi ráðgevarnir í kappingini.

Men so fer umsitingin at hyggja upp á økið enn einaferð við tí fyri eyga at innlima virkandi í økinum og innanhýsis áhugapartar í eitt samstarv um eina fyribils skipan av økinum nú í summar.

Býráðið hevur eisini heimilað umsitingini at skipa torgið yvir summarið við at innlima ymisku áhugapartarnar, soleiðis at fyribils verkætlanin kann virka undir eini endaligari skipan av økinum.

Hetta varð einmælt samtykt á býráðsfundi í gjárkvøldið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo