40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Las í dag, at Annika Olsen, løgtingskvinna, hevur sett Helga Abrahamsen, landsstýrismanni fyrispurningar um fløskumóttøku:

  1. Hevur landsstýrismaðurin nakra ætlan um at endurskoða kunngerðina nr. 54 um íløt, úrdrátt og pant frá 31. mai 2007?

  2. Heldur landsstýrismaðurin, at skipanin við fløskuinnsavnan virkar fullvæl í dag, og metir hann, at hon tekur atlit at brúkarunum?

  3. Tekur landsstýrismaðurin undir við at fáa eina felags móttøkuskipan fyri fløskur, og at hesar móttøkuskipanir verða skipaðar kring landið?

Fyrst av øllum: tað er kærkomið, at hetta málið verður tikið upp aftur, tí tað er ein sannroynd, at fløskumóttøkan kring landið ikki riggar nóg væl. Baksaðist sjálvur við hesum fyrr í dag, men fløskumóttøkan hjá Bónus spýtti eini 7-8 íløt út aftur.

Sostatt er ein noyddur at ”renna frá “Peri til Pól” fyri at sleppa av við fløskurnar”, sum Annika Olsen tekur til.

Fløskumóttøkan víðkast munandi
Fyrsta stig má sjálvandi vera, at allir handlar taka ímóti øllum fløskum. Hetta krevur tó, at ein felags móttøkuskipan verður gjørd, soleiðis at handlarnir ikki koma í logistiskt rasshaft av hesum.

Vit eiga tó ikki at steðga her. Nógv meiri umfatandi broytingar eiga at gerast við distributiónini av flótandi matvørum – ja, av matvørum sum heild.

Tí vil eg loyva mær at leggja trý uppskot afturat fyrispurninginum hjá Anniku Olsen. Eg sendi eisini hetta brævið beinleiðis til Helga Abrahamsen, landsstýrismann.

1) Nógv fleiri íløt áttu at komið undir pantskipan, eisini t.d. djús- og yoghurtfløskur og ymiskt annað, ið verður selt í fløskum og blikkum.

2) Pantið átti at verið eitt sindur hægri enn í dag. Tað kundi fíggjað økta logistikkin.

3) Mjólkarprodukt frá MBM og øðrum eiga framyvir at seljast í fløskum heldur enn í pakkum. Tað er eisini ein fyrimunur fyri haldbærið av mjólkarproduktunum, at til ber at skrúva propp á.

Í framtíðini kunnu vit vónandi koma til eina støðu, har eisini annar matur verður distribueraður í endurnýtsluíløtum, har vit t.d. rinda hóskandi pant fyri kjøtbakkar, ostaklokkur, makreldósir, marmeladugløs o.s.fr. Hetta liggur helst nógv ár frammi í tíðini. Týðandi er tó at seta tilgongdina í verk.

Hetta ger seg gaman í inn á framleiðslufrælsið hjá matvøruframleiðarunum, men sum samfelag eiga vit at geva teimum framleiðarum kappingarfyrimun, ið vilja vera við til at uppbyggja hollar pakkiloysnir og endurnýtsluskipanir, heldur enn at fasthalda gomlu ”brúka/blaka burtur-skipanina”.

Frá ruski til tilfeingi – ein neyðug hugburðsbroyting
At enda nakrar yvirskipaðar hugleiðingar um rusk mótvegis tilfeingi.

Vit eiga innanfyri komandi árini at koma fram til, at rusk í alsamt størri mun verður fatað sum tilfeingi. Nógv rusk hevur virði og kann endurnýtast á ymiskan hátt. Sumt av hesum kann samskipast av almennum endurnýtsluvirkjum sum t.d. IRF, men vit eiga eisini at miða ímóti, at endurnýtsla verður ein vaksandi privat vinnugrein. Til dømis kundi ein útbygd fløskumóttøka verið skipað sum eitt privat virki, ið verandi handilsvirki seta partapening í.

Neyðugt er at hugsa burturkast sum eitt tilfeingi og ein vinnuligan møguleika heldur enn bert sum ein trupulleika, ið sleppast skal av við. Endurnýtslu- og endurvinningartankagongdin kann vera við til at skapa virðisøking og arbeiðspláss – kring alt landið!

Annars vil eg nýta høvið at vísa á, at tað longu nú henda nógv góð ting á endurnýtsluøkinum. Nógv virki og stovnar hava sett skipanir í verk, ið lofta burturkastinum og skapa virði burtur úr tí. Tað er eingin orsøk at mála eina ovdapra mynd, men heldur at royna at ala fram teir endurnýtsluspírar, ið longu er sprotnir fram. Tó eru framvegis ov nógv fólk, ið ikki hava skilt gleðiliga boðskapin við endurnýtslu, men síggja hetta sum eina hóttan. Sjálvandi krevur hetta nakrar íløgur og sjálvandi krevur ein víðkað pantskipan nakrar útreiðslur hjá húsarhaldunum. Men tú fært jú pengarnar aftur, tá vøran er brúkt.

Við umhvørviskvøðu,
Sámal Matras Kristiansen,
samfelagsfrøðingur

 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo