Á komandi býráðsfundi kemur uppskot um eykajáttan fyri, sum er viðvíkjandi at sersambondini hjá flog- og hondbóltinum sleppa undan hallarleiguni í Havn.
Tað váttar borgarstjórin, Annika Olsen, fyri VP.
Men ætlanin er ikki, at hetta einans skal vera galdandi fyri hesi bæði sersambondini, men at tey lokalu í Havn, eisini fáa somu sømdir.
Sambært borgarstjóranum so liggur samlaða hallarleigan um einar 700.000 krónur um árið, sum feløgini gjalda.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo