40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Týsdagin 13.sept.kl.19.30 í Norðurlandahúsinum

Hvat knýtir Skotland til norðurlendsku grannarnar, og hvørjir møguleikar liggja í størri samstarvi?

Hvør er framtíðin hjá Skotlandi nú uttan fyri ES – ella kanska sum limaland, meðan restin av Stórabretlandi fyrireikar seg til at fara burturúr? Lesley Riddoch er virðislønt tíðindafólk, sum regluliga skrivar fyri The Scotsman og The Guardian.

Ókeypis atgongd.

***
Eitt sindur um Lesley Anne Riddoch. Hon er fødd í februar 1960. Hevur arbeitt sum blaðkvinna  í útvarpi- og sjónvarpi og býr í Perth. Sum barn búði hon nøkur ár í Belfast.

Hon er eisini útbúgvin innan heimspeki, politikk og búskaparfrøði. Hon hevur m.a. verið  blaðstjóri fyri Sunday Herald. Eisini hevur hon skrivað greinar í Sunday Post, The Scotsman og The Guardian, umframt staðið fyri rásini Speaking Out í BBC Radio Scotland og fyri  Lesley Riddoch í Radio Scotland.

Riddoch hevur fingið fleiri prísir, og hevur eisini arbeitt og hjálpt afrikonskum blaðkvinnum við blaðskriving og hevur verið limur í Scottish Prisons Commission. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo