40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Málráðstevna um námsfrøðilig amboð og tilvitan innan vasknamanna undirvísing í føroyskum sum fremmandamál.

Mikudagin 3. oktober 2018, Aulan í Finsen, Tórshavnar kommuna

Endamálið við ráðstevnuni er at geva luttakarunum íblástur og vitan innan málnámsfrøði og vaksnamanna undirvísing. Ítøkiliga er málið at varpa ljós á tørvin á at menna undirvísingina í føroyskum sum fremmandamál til vaksin, ið eru fleirmælt.

Skrá:

9:15 Vælkomin

9:30 Karolina Matras – námslektari á Fróðskaparsetrinum og føroyskur limur í Alfa Ráðnum

Hugleiðingar um undirvísing í føroyskum sum fremmandamál fyri tilkomnar útlendingar

10:00 Janne Aggerholm – deildarstjóri, CLAVIS málskúli í Helsingør 

Gerandisdagurin og námsfrøðiligar mannagongdir á CLAVIS

(Hverdagen og den pædagogiske praksis på CLAVIS)

11:15 Kaffisteðgur

11:30 Søren Cardel Lindskrog – undirvísari á KVUC og lærubóksrithøvundur

Frálærufrøði og háttalag. Amboð til frálæru av fleirmæltum vaksnum

(Didaktik og metode. Redskaber i undervisning af voksne tosprogede)

12:45 Matarsteðgur

13:30 Birgit Henriksen – professari við Universiteti í Keypmannahavn

Sambandið millum málnámsfrøðiliga vitan og frálæruhættir

(Sammenhængen mellem sprogpædagogisk viden og undervisnings praksis)

14:45 Kaffisteðgur

15:00 Pallborðskjak – Jón Brian Hvidtfelt er orðstýrari. 

Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, Hanna Jensen, forkvinna í mentanarnevnd Føroya løgtings, og Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum kjakast um:

Hvussu tryggja vit eina dygdargóða undirvísing í føroyskum, sum fremmandamál til tilflytarar okkara?

16:00 Takk fyri í dag. 

Framløgurnar og pallborðskjakið verður á føroyskum og donskum.

Málráðstevnan er ókeypis og øll eru vælkomin at luttaka. Umráðandi er tó at boða frá luttøku. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo