40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tími jarðarinnar ella Earth Hour verður leygardagin 25. mars á Vaglinum. Eftir haldið á Vaglinum verður streymleys konsert í Perluni í Tórsgøtu.

Skráin er henda:

 19:00 Tjald á Vaglinum letur upp
 Maria Poulsen og Leif Mohr vísa fram grønar orkuloysnir
 20:15 Forkvinnan í Náttúru- og umhvørvisnevndini, Turið Horn, heldur røðu
 20:30 Ljósið sløknar – Vit gera í felag eitt 60 + merki við LED-ljósum
 20:30 Tvær blásarar frá Tórshavnar Musikkskúla spæla
 20:50 Sissal Kampmann hugleiðir
 21:05 Bollarnir syngja
 21:30 Ljósið tendrar

Drona tekur myndir av øllum

Akustisk konsert í Perluni
 21:40 Guðrið Hansdóttir spælir
 22:10 Fyrilestur við Kára Mortensen, deildarleiðari á ORKA: Føroyar á einum orkuvegamóti
 22:25 Hans Andrias spælir
 23:00 Tiltakið endar

 Høvi verður at smakka Ocean Spaghetti frá TARA-Faroe Seaweed.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo