40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Hósdagin hittast útisetar í Keypmannahavn til tiltakið Tórskvøld, sum Tórshavnar kommuna skipar fyri á Norðuratlantsbryggjuni.

Og nú er skráin klár, og hon sæst HER

Hetta kvøldið fáa mongu útisetarnir framløgur um allar møguleikarnar í Føroyum. Aftrat hesum verða eisini smáir filmar at síggja við ungum føroyingum, sum eru fluttir heimaftur. Heim at hugsa nýtt, gera mun, lesa víðari og smíða framtíðina.

Og so bjóðar kommunan føroyskan mat, øl av Velbastað og brent kaffi av Vaglinum og góða sjokulátu frá Gómagott.

Øll, sum leggja leiðina fram við Norðuratlantsbryggjuna hetta kvøldið, eru við í lutakastinum um ein flytipakka heim til Føroya, virði 20.000 krónur. Pakkin fatar um bingju, sum verður sett uttan fyri verandi bústað, og alt verður goldið, til bingjan stendur í túninum heima í Føroyum. Norrøna siglir flytigóðsið heim, og við í pakkanum eru eisini ferðaseðlar til tín og tíni.

Tórskvøldið er besta høvi hjá útisetum at netverka og tosa við onnur við sama áhuga í einum føroyskum høpi.

Tórskvøld í Keypmannahavn verður á Norðuratlantsbryggjuni, Strandgade 91 í Keypmannahavn, 23. mars frá kl 19-22.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo