Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Føroyski hópurin eftir 5-0 sigurin á Albania - Mynd: www.FSF.fo

Føroyski hópurin eftir 5-0 sigurin á Albania - Mynd: www.FSF.fo

Føroyski hópurin eftir 5-0 sigurin á Albania - Mynd: www.FSF.fo

FSF: – Hetta var heilt fantastiskt, og eg kann sjálvandi ikki vera annað enn glaður og errin um tað, ið hesar genturnar júst hava avrikað, sigur venjarin, Sigtór Petersen við heimasíðuna hjá FSF.

Tríggir sigrar av trimum møguligum var úrtøkan hjá føroyska U15-landsliðnum við gentum, ið seinastu dagarnar hevur tikið lut í UEFA menningarkapping í Albania.

Lagt varð fyri við 5-0 sigri á Malta, og síðan varð Luksemborg sent av vøllinum við einum 3-1 tapi. Í triðja dystinum, sum var móti albansku vertunum, var heldur eingin ivi, og aftur hesaferð gjørdist úrslitið 5-0 til Føroyar.

Stóru spælararnir í kappingini vóru Kára Sigurðsson, ið gjørdi 8 mál, og Sigrið Hansdóttir, ið skoraði 4 mál. Triðji málskjúttin hjá Føroyum var Beinta Klementsen, ið slerdi 5-0 sigurin á Albania rimmar fastan.

– Genturnar vóru heilt ótrúliga raskar, og tær hildu allar avtalur. Ímóti Malta vóru vit undir trýsti eina løtu, men okkara gentur vóru tolnar – samstundis sum tær eru evnaríkar og djarvar – og sigurin var tískil ongantíð í vanda. Hesin árgangurin hevur nógv gott at bjóða, og tað verður spennandi at fylgja teimum framyvir, sigur Sigtór Petersen at enda.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo