40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Ferðin til Kroatia hjá einum skulaflokki í Klaksvík var bíløgd gjøgnum We Travel, sum nú er farið á heysin, og nú er helst allur peningurin mistur.

Tey 18 ára gomlu hava roynt at skava peningin til ferðina saman á ymiskan hátt, um 12.000 krónur fyri hvønn við flogferð og gisting, og tá ið talan er um 18 næmingar, so er talan um eina rættiliga stóra upphædd tilsamans.

Talan er um 3-árs næmingar á tøknibreytini á Tekniska Skúla í Klaksvík, og Magnus Norðberg, sum skuldi vera ferðaleiðari, sigur í suttari viðmerking, tá ið VP ringir, at nú verður roynt at fáa so nógv aftur av mista peninginum sum gjørligt.

- Hetta gjørdist ein keðilig og ikki minst syrgilig støða hjá næmingunum at koma í, men nú royna vit so um vit ikki kunnu fáa peningin aftur, sigur hann við VP.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo