40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Uttanríkis- og mentamálaráðið: Eftir ætlan byrja næmingarnir í fólkaskúlanum aftur í næstu viku, týsdagin 18. august. Skúlagongdin á miðnámsskúlunum og Vinnuháskúlanum byrjar eftir ætlan eisini í næstu viku.

Í løtuni er Uttanríkis- og mentamálaráðið saman við Undirvísingarstýrinum, skúlaleiðslunum kring landið, kommununum og Koronaráðgevingini í ferð við at fyrireika, hvussu farið verður aftur í skúla.

Tað er umráðandi, at almennu tilmælini verða fylgd, og tí verða ymiskar tillagingar gjørdar fyri at byrgja smittuspjaðing. Ítøkiliga merkja hesar tillagingar millum annað, at:

• undirvísingin verður skipað í vanligu flokkunum, og miðað verður eftir at halda allar flokkarnar atskildar, soleiðis at næmingarnir bara eru saman við næmingunum í sínum egna flokki,

• ongar stórar samkomur vera, so sum morgunsangur, og fríkorterini verða skipað øðrvísi enn vanligt,

• greiðar mannagongdir eru viðvíkjandi reinføri í skúlunum,

• foreldur verða biðin um ikki at koma inn í skúlan við teirra børnum,

• miðað verður móti, at koronakanningar verða gjørdar av lærarunum, áðrenn skúlagongdin byrjar.

Fylgt verður væl við, hvørjar heilsufakligar tilráðingar eru, og neyðug tiltøk verða sett í verk út frá hesum.

Væntast skal, at møguligar tillagingar í sambandi við skúlagongd og undirvísing verða gjørdar, alt eftir, hvar koronasmittan ger um seg. Um til dømis nógv smitta ger um seg á einum ávísum stað, skal skúlin á staðnum ella ávísur flokkur hava møguleika at tillaga skúlagongdina. Hetta fyri at tryggja góða undirvísing og samstundis at forða fyri smittusjaðing.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo