40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Tað verður skipað fyri nógvum áhugaverdum ráðstevnum og skeiðum í Føroyum, stórum og minni, sum hava við evni, ið hava við børn og ung, útbúgving, uppaling og annað, ið eru uppløgd evni hjá lærarum at kunna seg meiri um. Men ikki so sjáldan hoyra vit tey, ið taka stig til hesar ráðstevnurnar og skeiðini, finnast at, at lærarar sjáldan eru at finna millum luttakararnar ella bara í lítlan mun taka lut. Formaðurin í Føroya Lærarafelag kennir hesar atfinningarnar, og hann er púra samdur.

- Tað líkist ongum og er sera jánkasligt, at lærarar ikki fáa høvi at sleppa á viðkomandi ráðstevnur og skeið, sum kunnu geva teimum eina vitan, teimum tørvar í yrkinum. Tað er einki meiri enn upplagt, at lærarar sleppa at taka lut á viðkomandi ráðstevnum og skeiðum, sum hava við børn og ung at gera. Lærarar eru saman við børnum og ungum hvønn dag og skulu tí vera væl skikkaðir og ílatnir at síggja eyðkenni um hetta og hatta, sum ráðstevnur mangan varpa ljós á. Ikki minst er tað hugvekjandi og gevur íblástur at sleppa á skeið og ráðstevnu, og at sleppa at tosa við starvsfelagar í øðrum skúlum og starvsfólki úr øðrum yrkisbólkum, sigur Herálvur Jacobsen.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo