40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

- Eg undrist á, hví PISA hevur so ringt orð á sær millum næmingar; vit mugu arbeiða fyri, at skúlar og næmingar taka PISA í størri álvara, og at øll leggja seg eftir at gera sítt ítasta, tá ið PISA-kanning er, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, við Skúlablaðið.

Fyri fimtu ferð hava næmingar í Føroyum tikið lut í PISA-kanning. Umframt førleikamál í trimum lærugreinum, lesing, støddfrøði og náttúruvísindum, skulu næmingarnir eisini svara spurningum um eitt nú motivatión fyri at gera sítt besta, tá ið teir eru til PISA-kanning.

Í stóran mun staðfestir PISA-frágreiðingin, at hugburðurin kundi verið betri, tí sum heild er tað bara annar hvør næmingur, sum sigur seg hava gjørt sítt besta, og einans fýra av tíggju næmingum halda tað hava stóran týdning at standa seg væl í kanningini. Hugburðurin er vánaligst hjá teimum, sum klára seg illa, og frægast hjá teimum, sum klára seg væl.

Landsstýrismaðurin í skúlamálum, Jenis av Rana, undrast á hugburðin.

- Tað er skelkandi at síggja, at hugburðurin hjá næmingunum til PISA er so vánaligur, og at næmingar als ikki taka PISA í álvara. Har mugu skúlin og lærarar taka í egnan barm og siga, at hetta ber ikki til. Tað er lætt at broyta hugburðin og venda honum rætta vegin. Tvær vikur undan, at næmingarnir skulu til PISA-kanning, eigur skúlin miðvíst at fara til verka at kunna næmingarnar um PISA, soleiðis at mótstøðan ímóti PISA verður vend.

Les meira her

Les meira: Væl við í støddfrøði og náttúruvísindum, men afturgongd í lesing

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo