Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Klaksvíkar kommuna: Klaksvíkar býráð hevur samtykt fíggjarkarmin fyri 2024. Inntøkurnar eru mettar til 345 mió.kr., raksturin er settur til 271 mió.kr., sum er 15,7 mió. kr. hægri enn avsetingin í 2023. Vøksturin er 6,1%. Avlopið áðrenn rentur og avdráttur verður sostatt 73,9 mió.kr.

Býráðið samtykti einmælt í vár, at kommunan skuldi binda seg til at rinda 30 mió.kr. í avdráttum og rentum árliga. Hetta merkir, at eftir rentustuðul, rentugjøld og avdráttir eru 36,9 mió.kr. eftir til íløgur í 2024.

Í 2019 var raksturin 203 mió.kr., og seinasta framrokningin fyri 2023 vísir, at raksturin verður 257 mió.kr. Hetta gevur ein miðalvøkstur seinnu árini á 6,5%.

Um metingin fyri roknskaparárið 2023 heldur, har hallið er mett at verða 4 mió.kr., og fíggjarætlanin fyri 2024 javnvigar við 18,6 mió.kr. í avlopi, verður nettoskuldin hjá Klaksvíkar kommunu 21,4 mió.kr. undir eina álíkning við árslok 2024.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo