40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Sjálv haldi eg viðgerðina av Barnaheiminum vera farna av sporinum, í og við at málið meria tykist snúgva seg um figgingarteknikk, enn politikk.

Sakin er, at samgongan hevur fleiri hjartabørn enn pláss er fyri í fíggjarkørmunum, og eins og tað eisini fyrr í tíðini var vanligt, í fíggjarligum trongstøðum, at lata børn til fosturs hjá øðrum,  tykist hetta, í yvirførdum týdningi, verða lagnan hjá Barnaheiminum.

Sera harmiligt og ábyrgdarleyst.

Eitt Barnaheim er ein almenn samfelagsuppgáva, sum eigur at liggja tætt hjá politikarum og ikki hjá øðrum.

Tvinnir eru kostirnir.

Um tað framvegis er semja og ynski um øll hjartabørnini ella øll málini, eitt nú tunlar Norður um Fjall og til Dals, nýggjar karmar til Sjóvinnustýrið og so framvegis, og fíggjarligu karmarnir ikki røkka, so ber til hjá fíggjarmálaráði og vanliga almenna húsarhaldinum, at taka tað lánið.

Hinvegin haldi eg tíðina vera búna til endurskoðan, rationaliseringar og til spurningar um alment og privat virksemi sum heild, og fara í kanningartilgongdir um privatiseringar, eitt nú av Sjóvinnustýrinum.

Tað vil siga, at taka Sjóvinnustýrið úr almenna húsarhaldinum, mest sannlíkt í privat partafelag.

Hevði ímyndað mær eitt nøktandi inntøkugrundarlag av at skráseta skip, umsita pappírir hjá sjófólki og hava eftirlit við skipum og manning, sum forrætningspotentiali hjá tí privata.

Á sama hátt kundi Akstova Føroya eisini verið umrødd og viðgjørd.

Tíðin er til tað, soleiðis at barnaheim og vital samfelagslig vælferðarøki fáa ta politisku og fíggjarligu raðfesting,, sum tey eiga.

Bergun Kass

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo