Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Slaktið: Á Slaktinum fáa børnini eina greiða fatan av lívsleiðini hjá kjøtinum - líka frá náttúruni til tallerkin.

Samstundis sum fjøllini verða gingin, fara vit at fletta fimm seyðir og eina kúgv mitt á Vaglinum, so børn og vaksin sleppa at síggja, hvar kjøtið kemur frá.

Men tað verður ikki bara fletting. Nulsen bulsen. Vit hava eisini fingið seks frálíkar kokkar at gera 6.000 spennandi smakkiroyndir, sum tú kann royna púra ókeypis! Ja, tú sleppur eisini undan uppvaskinum. Vit orna alt fyri teg.

Og fyri tað ikki skal vera lygn, so hava vit eisini heilaføði, so ikki bara búkurin men eisini tann intellektuelli parturin verður mettur. Vit hava ikki færri enn seks spennandi fyrilestrar um alt frá reinføri og flugufisking til ostar og meksikanska matgerð við føroyskum avroðum.

Og sum rosinan í sperlinum, so verður tað eisini ein festlig uppboðssøla uppá gamlan máta og kapping um føroya bestu kjøtpylsu.

So set ein stóran kross í kalendaran 21. oktober, og fá ein ógloymandi dag við familjuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo