Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Visit Faroe Islands Meetings: Visit Faroe Islands Meetings hevur vunnið heiðurin at fáa eina av týðandi ráðstevnunum fyri vinnuferðavinnu til Føroya í ár. Frá 11. til 13. september verður Havnin karmur um ICCA ráðstevnuna Global Association Forum.

Her savnast 30 umboð fyri altjóða felagsskapir, sum skipa fyri ráðstevnum, umframt umleið 60 umboð, sum bjóða ráðstevnur út.

ICCA er ein av størstu felagsskapum fyri vinnuferðavinnu, sum skipar og bjóðar ráðstevnur út.

Í Føroyum verður høvuðsevnið burðardygt í breiðum høpi, og tað kann gerast eitt sera gott átak at marknaðarføra Føroyar sum ráðstevnu- og vinnuferðaland í framtíðini. Vit vænta økt virksemi og nýggj sambond, eins og holla vitan, netverk og nýskapan til Føroya sum ferðavinnuland á høgum støði.

Annleyg Lamhauge frá Visit Faroe Islands staðfestir:
”Vit eru sera fegin um, at tað við miðvísum arbeiði og týðandi stuðli frá Tórshavnar Kommunu frá byrjan av, hevur eydnast okkum at fingið ICCA ráðstevnuna til Føroya. Vit eru eisini fegin um, at fleiri økir, kommunur og vinnufyritøkur í Føroyum ynskja at seta skjøtul á arbeiði at menna fundar- og ráðstevnutænastur. Hetta fer at verða við til at ferðafólk ferðast til Føroya alt árið og harvið leingja vertíðina og samanlagt leggja meira eftir seg.”

Dentur er lagdur á at bjóða teimum felagsskapum, ið hóska væl til Føroyar sum ferðamál, eins og samfelagsligum áhugamálum og avbjóðingum. Áhugin hevur verið sera stórur. Listin av felagsskapum, ið hava teknað seg at koma higar, fevnir víða, og væntandi verða sambond knýtt við føroyska samfelagið, granskingarumhvørvið og vinnuna, ið kunnu hava varandi og vaksandi virði.

Millum onnur fara Global Wind Energy Council (GWEC) og European Public Health Association (EUPHA), sum eru tveir sera týðandi altjóða felagsskapir innan ávikavist grøna orkuframleiðslu og heilsugransking, at taka lut á ráðstevnuni.  

Visit Faroe Islands Meetings er eitt samstarv millum Visit Faroe Islands og Visit Tórshavn, sum í fleiri ár hevur havt til endamáls at styrkja vinnuferðavinnuna í Tórshavnar kommunu og í øllum Føroyum. Í arbeiðinum er tætt samstarv við føroysku vinnuna, sum kann veita og menna tænastur, ið kann kasta nógv av sær til føroyska samfelagið.

Ráðstevnan verður á Hotel Føroyum tann 11. – 13. september 2023.
Fyrsta kvøldið á ráðstevnuni fara luttakararnir at uppliva Havnina, har Tórshavnar Kommuna er vertur við móttøku og døgurða. Kvøldið eftir hava Klaksvíkar Kommuna og Visit Norðoy móttøku og døgurða fyri ráðstevnugestunum.

(ICCA stendur fyri: the International Congress and Convention Association - is the global community and knowledge hub for the international association meetings industry)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo