Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Eg setti meg við útgávuni og kom at hugsa um, at tað er nú heilt fantastiskt at kunna leggja ikki færri enn tvær útgávur úr hondum í ár.

Á konsertini í Fuglafirði 30. august nevndi hon, at hon kom út við enn einari útgávu í ár og fingu vit ein lítlan forsmakk.

Tá eg ummælti Bridges fyrr í ár, kom eg nýta vendingina “stór, størri, størst – verður hon størri”.

Eg seti framvegis spurningin, tí Slør er onki minni enn eitt meistaraverk, tí tá eg royni at finna okkurt at seta fingurin á, er avbjóðingin nógv størri enn sjálvt avrikið.

Onkur heldur kanska, at sjangrurnar eru í so blandaðar, men her dugir Eivør hegnisliga at tvinna alt upp í eina hægri eind.

So skal eg ummæla hetta seinasta verkið, eri eg aftur bilsin av fantastisku evnunum at fáa øll løgini latin í ein hóskandi búna.

Meðan Bridges er meira ljós við longsli, er Slør meira rá og søkjandi, so her hevur Eivør aftur dugað at tvinna tvær útgávur saman.

Hon nevnir eisini, at talan er um tvær systirútgávur.

Tað er eisini flott gjørt, at Briges bara er við enskum løgum og at Slør er komin út við føroyskum.

Á útgávuni eru 10 løg: Silvitni, Brotin, Salt, Mjørkaflókar, Petti Fyri Petti, Røttu Skógvarnar, Í Tokuni, Verð Mín, Slør og Trøllabundin.

Fyri at koma til tað ráa, so er tann ofta huldisliga kenslan eisini komin inn í nøkur av løgunum, sum fær okkum at kenna hetta við tí søkjandi.

Eg havi altíð bundið Eivør við hesa leitanina eftir nýggjum, sum henda útgavan sanniliga eisini ber boð um.

Eivør hevur eina so kraftiga rødd, at ein fær hesa kensluna av, at tað ofta ikki er brúk fyri fleiri instrumentum.

Hon endar við lagnum Trøllabundin, sum hon hevur frískað upp, men her stendur hon júst við síni reinu kláru rødd og fær tað at kennast kalt oman eftir rygginum.

Frá mær fær hon 6 bjartar stjørnum av 6 – fyri frálíka avrikið!

Fríðálvur A. Jensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo