40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Leygardagin, 7. mai verður Tórsgøta í Havn karmur um eitt stórt tiltak, sum varpar ljós á tað margfeldi, sum er í sjónum kring okkum. Talan er um tiltakið “Ein dagur á grynnuni”, sum er eitt ókeypis tiltak fyri alla familjuna.

Hetta er aðru ferð, at tiltakið verður hildið. Fyrstu ferð var í fjør, tá ið umleið 5.000 fólk samlaðust at royna ymiskar rávørur úr sjónum, umframt mangt annað.

“Tiltakið eydnaðist so mikið væl í fjør, at vit ivaðust onga løtu í, at endurtaka tað aftur í ár. Hóast onkrar tillagingar, so fer konseptið at minna nógv um tað í fjør,” sigur Bogi Andreasen, sum saman við Kára Sørensen og Birgir Enni skipar fyri tiltakinum.

Borð og grillir verða settar upp undir tjøldum í Tórsgøtu, har menn sum Gutti Winther, Leif Sørensen, Ruben Busk, Flemming Palmos og aðrir fara at bjóða ókeypis smakkiroyndir av ymiskum góðgæti úr sjónum. Í Perluni fer Birgir Enni at borðreiða við síni heimskendu fiskasuppu, Harmonikuliðið fer at undirhalda við tónleiki í Reinsarínum, Sjósavnið fer at sýna fram ymisk djóra sløg úr sjónum, og loppumarknaður verður í Sirkus.

Okkurt verður eisini til børnini. Jógvan Weihe skipar fyri einari fiskikapping, har børn og foreldur sleppa út at fiska við Norðlýsinum, og Trøllapætur fer at undirhalda í Vágsbotni.

“Ein dagur á grynnuni” byrjar leygardagin, 7. mai klokkan 10 og heldur fram til klokkan 17. Skrá og nærri kunning eru at finna á Facebook síðuni, Ein dagur á grynnuni. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo