Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Smyril Line: Smyril Line fegnast um, at sáttmáli er gjørdur við CIMC Raffles skipasmiðjuna í Kina um at byggja tvey nýggj farmaskip fyri felagið. Talan er um tvey eins ro-ro-skip, ið verða 190 metrar til longdar og hava 3.300 sokallaðar lane metrar til treylarar.

Nýggju farmaskipini fara at sigla í núverandi rutunetinum hjá Smyril Line, og tey fara eftir ætlan av bakkastokki í 2026.

Skipini verða sniðgivin í tøttum samstarvi við Knud E. Hansen, skipsarkitektar, sum saman við drúgvu royndunum hjá Smyril Line á Norðuratlantshavinum skulu tryggja, at skipini verða bygd til serstøku leiðina millum Evropa, Føroyar og Ísland. Skipini verða nútímans og umhvørvisvinarlig, og lúka øll altjóða útlátskrøv.

Samanborið við verandi flota felagsins, verður útlátið munandi minni fyri flutt tons. Samstundis verða skipini útgjørd við battarískipan og møguleika fyri landstreymi, sum hevur við sær at havnaoperatiónir kunnu fremjast uttan útlát. Skipini verða eisini fyrireikað til at sigla við e-metanol, ið mett verður at verða besta framtíðar valið til grøna orku hjá Smyril Line.

“Nú er tíðin búgvin at seta okkum nýggj og størri mál við kós ímóti minni útláti í Norðuratlantshavi”, sigur Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Smyril Line.

“Aðalmál felagsins er at syrgja fyri einum tryggum og álítandi flutningi av bæði ferðafólki og farmi, og at sambinda útjaðaran í Norðuratlantshavi við restina av heiminum. Við nýggju skipunum leggja vit dent á at framtíðartryggja og leiða felagið fram ímóti eini grønari orkuloysn. Eisini fara vit at flyta nógv størri nøgdir av farmi við minni orkunýtslu, enn vit gera nú. Orkusparingin verður í minsta lagi 60%. Hetta er eitt týdningarmikið stig hjá okkum at røkka okkara málum ímóti netto null útláti í 2050, samstundis sum vit kunnu geva okkara kundum eina enn betri tænastu. Vit hava síðan 1982 havt rutusigling í Norðuratlantshavi. Hetta er ikki bara ein av heimsins longstu ro-ro og ro-pax leiðum, men helst eisini tann við mest avbjóðandi siglingartreytum. Vit vita tí av royndum, at sigling á okkara leið setir stór krøv til bæði skip og manning, og vit hava tí sniðgivið skipini við hesum í huga."

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo