40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Amerikanska fyritøkan handan kendar sjokulátur sum Mars og Snickers, Mars Wrigley, hevur nú biðið kinesarar um umbering, tí orðaljóðið í eini lýsing hevur gjørt teir firtnar. Í lýsingini verður millum annað sagt, at ein serlig útgáva bert er at fáa í londum sum Malaisia, Taivan og Suðurkorea. Og tað hevur fingið nógvar kinesarar at geva ilt av sær á kinesiska sosiala miðlinum Weibo, tí í Kina siga tey, at Taivan er ein partur av Kina.

Taivan hevur síðani 1949 havt eitt slag av sjálvstýri við egnum tjóðartingi og tí sum hartil hoyrir, men serliga sitandi kinesiski leiðarin, Xi Jinping, hevur fleiri ferðir havt frammi, at Taivan er og skal vera ein samrunnin partur av Kina.

Og hesum stuðla nógvir kinverjar honum í.

- Vit hava mistikið okkum. Tað er bara eitt Kina, og vit hava ongan áhuga í nøkrum øðrum, sigur Mars Wrigley í umberingini, sum varð borin fram á Weibo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo