Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Summar, sól og juli – so vita vit, at stóra familjutiltakið Laksatorgið nærkast.

Eins og í 2019  er hugnaliga umhvørvið niðri á Støð á Glyvrum karmur um Laksatorgið. Økið er væl skipað, strondin er skamt harfrá, har standa neystini umframt snotiligu húsini hjá bátafelagnum.

Nøkur tiltøk eru afturvendandi so sum smakkiroyndir av rávøru frá Bakkafrosti og stóra sølutorgið við alskyns prýðislutum, hondbundnum vørum og mangt annað. Eitt forkunnugt sjósavn er á tremur við áhugaverdum sjódjórum og fiski. Tað er Bátafelagið, sum skipar fyri at seta kør upp og savna ymisk sjódjór í tey.

Á pallinum verður tónleikur og undirhald, harafturat verða onnur barnatiltøk, spurnarkapping, fiskikapping, søla, bókaframløga og framsýning í økinum.

Tey, ið verða á pallinum, eru Ingi Poulsen, Jassarnir, Ævintýrferðin umframt ein gyklari og eldblásari. Ein neyvari skrá er á facebooksíðuni Laksatorgið og á visitrunavik.fo. Nýggj bók er skrivað um Bakkafrost, ið kemur út júst til Laksatorgið. Bókin er bæði á føroyskum og á enskum og fæst í tjaldinum hjá Bakkafrosti.

Økið niðri á Støð er stórt í vavi. Fyrireikarnir hava skipað økið soleiðis, at hugsað verður um ymisku tilmælini í sambandi við koronu. Í hesum sambandi vóna fyrireikararnir, at gestirnir av trygdarávum skriva seg inn á facebook til tiltakið ‘Laksatorgið’, um so er, at tey hava ein vanga. Soleiðis ber til hjá Visit Runavík at vita, hvør hevur vitjað Laksatorgið, um tað gerst neyðugt í mun til korona at seta seg í samband við onkur aftur.

Laksatorgið verður 25. juli frá kl. 10-16 niðri á Støð á Glyvrum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo