Blæur og politikarar eiga at verða skift javnan - og av somu orsøk
- Joseph Sobran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Stjórastarvið í Salti, nýggja mentanarhúsinum í Suðuroynni, hevur merkt tíðindaflutningin í vikuni.

Starvið var so illa lýst, at bara ein umsøkjari var. Ólavur Rasmussen, pápin at allari saltverkætlanini, og tað var við beráddum huga at so bleiv, søgdu miðlarnir, tí starvið var alt ov illa lýst. Ætlanin var ongantíð, at nakar annar skuldi søkja, søgdu teir.

Kvartsíðulýsingar í Dimmu og Sosialinum í eina viku, tað var alt. Góðar treytir og óvanliga góð løn, men ikki ein tann einasta umsókn. Uttan tann hjá Ólavi, sum sjálvur hevði sett lýsingina í har sum hann visti, at ongin las hana.

Alt hetta snakkið um illa lýst starv hevur fingið síðu 2 blaðstjóran á Sosialinum at taka proppin av blekkhúsanum. Onki var starvið illa lýst, sigur hann, tí lýsingin stóð jú í Sosialinum sum verður borin hvørjari adressu í landinum. Uttan at spyrja fyrst.

- Um tey sum ætla sær størv ikki hyggja í blaðið, so duga tey ikki nóg væl at leita, skrivar Eirikur á síðu síni í kvøld. Hvør skal siga, tað er ikki okkum tað er galið við.

Well.

Vit halda, at hetta man vera eitt tað besta dømi um, hvussu lítið ein blaðlýsing ger fyri lýsaran.

Meira er ikki at siga um tað.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo