40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Sum forkvinna á økinum seinastu setuna, vil eg greiða frá.

Býráð og samgonga byggja á herðarnar hjá hvørjum øðrum, - sostatt arbeiddu vit fyrst við ígongdsettum verkætlanum, skúlanum á Fløtum og Musikkskúlanum, eins og við langhylinum, sum var á tekniborðinum og hevði verið í umbúna sera leingi.

Langhylurin, ellisheim og nýggj røktarbúpláss, sum eisini blivu samtykt í býráðnum, skuldu koma  í kjalarvørrinum av skúlunum.

Ístaðin royndi eldranevndin fyribils við minni ætlanum og megnaði fíggjarliga umlættingardepilin Urd,  dagførdi og vaks um Tjarnargarð, eins og við ábótum av líknandi slagi. Hetta meðan vit bíðaðu eftir at sleppa í gongd við ellisheim og røktarbústaðir.

--

Politiska arbeiðið er so háttað, at eldranevnd stingur út í kortið byggiætlanir á økinum, byggi- og býarskipanarnevndin tekur sær av lendisviðurskiftunum, meðan  borgmeistari og kommunustjóri eiga at samskipa arbeiðið.

Sum forkvinna á økinum varð mær lovað økið úti í Marknagili, og eg slerdi meg til tols við, at hetta var undir kontroll og klárt at fara í gongd við, tá heimið og røktarbúplássini, skuldu byggjast.

Tá til stykkis kom vóru ógreið viðurskifti um vegaføringar, sum tarnaðu og steðgaðu tí staðsetingini og rátt varð til at hyggja eftir øðrum staðsetingum.

Síðani eftirlýsti og júkaði eg um staðseting, har rúm var fyri ætlanini,  í drúgva tíð – til vit loksins fingu at vita, at í nýggju ætlanini á Stórutjørn var upplagt við ellisheimi og røktarbústøðum, saman við byggjaríi til ymisk bústaðar- og búsamfelagslig endamál.

Hetta varð samtykt.

--

Aftur til politiskt arbeiði.

Havi hug at rógva aftur á mína blaðgrein fyri tíð síðani, við spurninginum um Tórshavnar kommunu var nýmótans lív lagað, tá man politiskt og umsitingarliga arbeiðir so uppdeilt, í hesum føri, at ein politisk nevnd tekur sær av býggjaríi og onnur av lendi.

Eg meini, at tá býráðið samtykkir at byggja, í hesum føri búpláss til eldri, so eiga lendisviðurskifti at fara av bakkastokki beinavegin og nevnd og borgarstjóri eiga at taka ábyrgd og seta umsitingarligt ‘fult drøn’ á fyri at staðseta, í øðrum lagi ogna sær fult ræði á økinum, - í ávísum føri í samskifti við bóndur, festarar og aðrar viðkomandi myndugleikar.

Men so var ikki.

Tískil blíva ætlanirnar drúgvar, ósamanhangandi og helst drálaðar og ofraðar á partapolitiskum altari, fólkinum til mikla kvøl.

Bergun Kass

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo