40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Bókadeild Føroya Lærarafelags: Tjúgu ár eru liðin, síðani Bókadeild Føroya Lærarafelags í samstarvi við landsfelagið í føroyskum dansi, Sláið Ring, gav út kvæðasavnið Vinmenn í 2001. Í ár, tjúgu ár seinni, gevur Bókadeildin bókina út av nýggjum! Tekningarnar hjá Edwardi Fuglø prýða framvegis bókina, og listamaðurin hevur harumframt dagført sniðið, gjørt fleiri tekningar og givið bókini ein nýggjari dám. Innihaldið er tað sama og hevur somu skipan, sum tá Árni Dahl á fyrsta sinni legði bókina til rættis. Ein merkisverd broyting er kortini, at kvæðið Deyðastund Sigmundar, sum Jónleif Johannesen hevur yrkt, er lagt afturat.

Dansifelagið Sláið Ring byrjaði í 1997 at leggja pening av til eitt kvæðasavn, sum skuldi venda sær til ungdómin. Ein frálærubólkur í dansifelagnum hevði í nøkur ár frammanundan arbeitt við dansi og kvøðing í fólkaskúlanum, og hann varð settur at skipa fyri kvæðasavninum, sum fór at eita Vinmenn. Takkað veri eldsálunum í hesum felagsskapi og frálærubólki gjørdist ein týdningarmikil partur av føroyskari søgu, mentan og siðvenju ikki bert tøkur hjá børnum og ungum í Føroyum, men eisini lættur hjá teimum at skilja og vakur á at líta.

Kvæðini í bókini eru býtt upp í fýra partar; kvæði um tíðina, áðrenn Beinir og Brestir verða dripnir, kvæði um barnaárini hjá Sigmundi og Tóri, kvæði um manndómsár Sigmundar og deyða hansara, og kvæði um tíðina eftir, at Sigmundur er deyður. Undan hvørjum kvæði er ein stutt frágreiðing um søgugongdina. Á henda hátt verður lesarin kunnaður um ella mintur á, hvat fer fram í teimum seks kvæðunum. Kvæðini eru hesi: Brestis kvæði, Sigmundur og Tórir, Bjarnabani, Sigmunds kvæði yngra, Deyðastund Sigmundar, Leivs kvæði.

Við hesum fer Bókadeildin at bjóða øllum lesarum og kvæðafólki, ungum og gomlum, noregismonnum og riddarum, at tríva í aftur kvæðini úr kvæðasavninum Vinmenn!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo