40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Meginfelag Føroyskra Studenta: Aðalfundurin hjá European Students’ Union (ESU) hevur í dag samtykt umsókn hjá Meginfelag Føroyskra Studenta (MFS) um limaskap í ESU. Eitt týðandi stig er sostatt tikið móti fullari evropeiskari viðurkenning av MFS sum umboð fyri føroysk lesandi. Týdningurin av, at Føroyar eisini eru umboðaðar, tá evropeiskur útbúgvingarpolitikkur verður umrøddur – ofta við beinleiðis ávirkan á útbúgvingarskipanina í Føroyum – er eisini undirstrikaður við hesi viðurkenningini.

Hetta er fyrstu ferð, at føroyskur útbúgvingarpolitikkur verður viðurkendur á henda hátt á evropeiskum stigi.

Umsóknin skal endaliga góðkennast av enn einum aðalfundi í næsta ár, eftir at ein sendinevnd við umboðum úr fleiri evropeiskum lestrarfeløgum hevur vitjað í Føroyum og skrivað frágreiðing um, hvørt MFS lýkur formligu krøvini til limaskap ella ikki.

Í MFS halda vit ikki, at vit taka munnin ov fullan tá vit siga, at hetta er eitt ómetaliga stórt framstig fyri føroysk lesandi, føroysku útbúgvingarskipanina og ikki minst Føroyar í heila tikið.

ESU, ið hevur 45 limafelagsskapir úr 40 londum, umboðar eini 20 milliónir lesandi í øllum Evropa, og hevur eisini sess í fleiri av teimum stovnum og felagsskapum, ið mynda evropeiskan útbúgvingarpolitikk – eitt nú Evroparáðnum, Bolognafylgibólkinum og UNESCO.

MFS hevur seinastu árini arbeitt miðvíst við at varpa ljós á týdningin av, at Føroyar arbeiða við at seta Bolgona tilgongdina í verk í Føroyum, og sitandi samgonga hevur eisini sett sær sum mál, at Fróðskaparsetur Føroya skal lúka evropeisk krøv um útbúgvingargóðsku. Vit halda, at hendan viðurkenningin er eitt herðaklapp til øll tey í føroyskum útbúgvingarpolitikki, ið vit hava samstarvað við um hesi málini, og sum ótroyttiliga arbeiða fyri áhaldandi at styrkja føroyska vitanarsamfelagið og okkara útbúgvingarskipan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo