Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Hugleiðingar hjá Urd Johannesen, mentanarsamskipara, á tiltakinum Summarkvøld við Toftavatn longsta dag.

Heima í stovuni á Dalavegnum inni á Glyvrum hekk ein málningur øll tey 19 árini, eg búði har. Málningurin er ein naturalistisk landslagsmynd, litirnir grønligir og bláligir eins og land, hav og himmal, penslastrokini net og lítillátin. Satt at siga gav eg mær ikki so nógv far um hendan málningin, tí hann rópaði ikki eftir uppmerksemið, líka sum hinir meira ekspressivu málningarnir undir liðini á honum. Hann hekk bara har. Gjørdist partur av tapetinum og fóraði míni eygu uttan at eg var tilvitað um tað. Í listarligum høpi ella í ofta eirindarleysu listaummælunum hevði hann neyvan fingið tey bestu lýsingarorðini við á vegnum, og listamaðurin sjálvur, Sigmund Petersen, sáli, er neyvan ein tann mest "namedroppaði" føroyski listamaðurin.

Tí tað, at mála nakað, sum líkist tí, vit sjálvi mega síggja, er ikki eitt virðismett kynstur í dag; tað fellir uttanfyri nútímans loysunarorðini; at vera "ektaður" og "sannur" - og tað, at duga at pensla síni egnu innaru landsløg upp á lørifti, eru førleikar, ið nútímans listafólk tráa meira eftir, enn at duga at mála tey landsløg, ið sløðast beint fyri føtirnar á fjøldini.

Men her er tað so, at tann persónliga ognarkenslan og subjektiva móttøkan kann venda øllum á høvdið.

Málningurin er málaður í 1965. Motivið er Toftavatn og sunnari partur av Skálafjørðinum. Tað sær út sum, at listamaðurin hevur staðið uppi á Agninum og kagað út yvir vakra landslagið ein góðan summardag. Eg síggi døkkar skuggar yvir lyngheiðarnar báðumegin Toftavatn. Stórafjall, Støðlafjall og Tyril standa sum treystir kappar á eystara armi av fjørðinum, meðan sólin er farin vesturum Strandaland og letur eitt sløð av strálum skína á heimbygdina Glyvrar sjálvandi!

Myndin er ein brúdleysgáva til foreldrini, Dia og Beggu, frá lærarunum á Toftaskúla. Tey giftust 19. juni í 1965.

Eins og eg sjálv eri ein samansett vera við arvastreingjum frá tveimum ymiskum menniskjum, kundi eg eisini deilt myndina vertikalt í tvey; til vinstru á myndini, mítt fedrana upphav og verðin hjá pápa mínum; lærarastarvið á Toftum, sum hann hevði øll yrkisárini, og sjóleiðin til okkurt mið millum Stong og Eystnes, sum hann við kalvalínu leitaði út á, saman við vinmanninum Sofusi Thomsen hvørja ferð ein løta beyðst. Til høgru á myndini móðurupphavið í Heimistovu á Glyvrum; har mamma mín gjørdi sum føroyskar kvinnur flest tá ið 60'unum; átti børn, "gekk" heima, og pakkaði annars teir dreymar, sum hon møguliga hevði, niður í ein tímarlumma, og tók onkran teirra upp úr lummanum aftur, tá ið ungarnir vóru floygdir.

Men í mínum eygum er myndin ein heild. Ja, ein heil verð, samansett av øllum søgunum, ið flimra framvið sum smá filmsbrot. Mín verð, mín søga.

Tá ið eg hyggi at myndini, hoyri eg látur frá børnum, ið fanga krabbar niðri í fjøruni, eg hoyri onkran telja upp í hundrað, ímeðan hini krógva seg uppi í haganum við Kirkjusteinin, eg hoyri svøvnláturin hjá okkum vinkonum, sum høvdu leitað niðan í hagan at sova í telti eina góða summarnátt. Eg hoyri pápa mín floyta frá altanini, tá ið tíð var at koma heim at eta náttvera, og hoyri mammu mína spæla blokkfloytu ella guitar á terassuni um viðraði.

Eg merki angan av súrhoyggi í brunninum í Heimistovufjósinum og pannikøkunum, ið altíð vóru omaná.

Eg hoyri skotið frá byrsuni í kjallaranum, har ágrýtnir menn flettu heystlombini og merki pínuna av skotinum, tá ið ein slavin hondbóltur raktið kjálkan og ikki málið á plenuni við Glyvraskúla.

Eg kenni fjálga angan av ommu míni, tá ið hon signaði og kysti meg á kjálkan, og merki spenningin, tá ið eg sat og eygleiddi dystin millum abba og systkinabørnini, sum máttu lokkast at eta morgunmat við at kappeta havragreyt við abba.

Eg minnist skuffilsi at koma heim frá vinkonu, ið fekk borðreitt pizza til døgurða, og eg sjálv staðfesti, at tað aftur var feskur fiskur á okkara døgurðaborði, og ringast um tað var beinharða sildin.
Eg minnist kensluna av egningarskræpu millum sárhentu fingrarnar og allar árabløðrurnar frá rógvingini við Tjaldrinum, og gleðina av teim 15 krónunum, ið hvør stampur gav í lummapeningi og kollektivu gleðina av at vinna ein dyst.

Eg minnist tímalongu guitarbrakini úr kamarinum hjá Niclas bróður, meðan gamli tosaði í telefon í gongini við síðuna av, og vendi deyva oyrað til. Og bassbuldrini frá Øssur bróður, sum sat uppi á takinum og spældi, meðan hugfarsligu eldru grannarnir í føroyskum húgvum pjøssaðu uppá urtagarðin og lótu sum luft.

Og eg minnist fyrsta forelskilsi, sum bara vinkonan visti um. Fyrsta kossin uttanfyri Glyvrabio. Og tjúkku rondina av dreingjum aftast í dansihølinum, sum máttu drekka sær mót til fyri at bjóða okkum gentum upp til dans, og tá var longu ov seint , tí onkur vældansandi losjulimur longu hevði funnið stevið.

Fyrsta smalfilmin á hvíta lakinum, sum var hongt upp í gongini hjá Jørgen bónda, ella fyrsta spælifilmin á stóra løriftinum í Glyvrabio, og fyrstu ásanningina, at verðin var størri enn heimligi matrikkulin, tá ið eg í

Verkstaðnum inni á Glyvrum, sá eina filmsfrásøgn úr Portugal og visti, at eg vildi ferðast longur út í heim.

Soleiðis var lívið í grannalagnum og millum húsini, sum eg síggi, men sum kanska ikki vóru til tá ið myndin varð málað. 

Eg kundi hildið á fram við løtumyndum úr mínum barna- og ungdómslívi. Løtum í skúlanum í Søldarfirði, á Glyvrum og í Runavík. Løtum í Støkk, NSÍ, gentukóri, ungdómskóri, kvøldskúla. Eg kundi sagt frá løtum sum vóru góðar og minni góðum. Eg kundi hildið á fram at tosa um øll menniskjuni, ið gjørdu mun í lívinum hjá einari Glyvragentu, flestu teirra fyrimyndir, onkur tó heldur øvuðgt. Hvat vit mana fram ella aftur, er tíbetur okkara egna avgerð. Men hetta skal ikki verða nøkur endurminning. Bert ein staðfesting av, at í hesum málninginum, sum eg royni at mála fyri tykkum, býr eitt kollektivt minni og persónligar søgur, sum ikki bara eru mínar men eisini tykkara. 

Um eg deildi myndina horisontalt í tvey og hyggi eftir henni við dagsins brillum, ja so er nógv broytt í ovara partinum; frá víkini og norður eftir fjørðinum, ja, alla staðnis, har vit menniskju hava virkað og búleikast. Á myndini er eingin skúli við Løkin, eingin Løkshøll, eingin Bylgja ella svimjihylur. Eingin fjørðuvegur. Einki Bakkafrost, eingin russiskur trolari.

Men so er tað niðari parturin av myndini; frá Agninum og oman til løkin. Toftavatn. Hendan fagra og einastandandi náttúruperlan, sum, hóast hon bókstaviliga talað, deilir bæði vatn og kommunur, eisini bindir alt saman og er hjartað í øllum. Her búleikast 65 fulgasløg og yvir 60 skrásett plantusløg, harav nøkur teirra eru sera sjáldsom. Óiva eru sløgini nógv fleiri, tí hetta eru tøl úr einari støðulýsing av lívfrøðiliga margfeldinum á úrvaldum økjum rundanum lítlavatn, ið Náttúrugripasavnið gjørdi í 2010. Støðulýsingin varð gjørd í sambandi við, at gøtan skuldi gerast. Mær fortalt var hetta ein sera kostnaðarmiklin verkætlan, men kommunurnar báðar eiga stórt rós fyri, at tær tóku stig til hesa støðulýsingina. Allar kommunur og avvarandi myngugleikar áttu sjálvandi at gjørt tað sama, áðrenn líknandi inntriv verða framd í so týdningarmikil og viðbrekin náttúruøkir.

Føroyar hava bert tvey stór heiðalendi, har tað eina er við Toftavatn. Lyngheiðarnar við Toftavatn hava stórt lívfrøðiligt margfeldi, og økið er virðismikið fyri lívfrøðina, vistfrøðina og fagurfrøðiligt. Og her liggja hugtakandi mýrulendini, sum sigast vera lunguni í jørðini. Úr lungunum kom torvið, og var orsøkin til, at byrgingin tvørtur um vatnið varð bygd og soleiðis gjørdist høvuðsæðrin millum lunguni og bústaðarøkini, har hjartaslátturin hjá menniskjunum hoyrdist.

Her við Toftavatn eigi eg eisini nógv fet, smá sum stór, og eg minnist serliga væl túrar við Sandin mikla, har vit børn mistu okkum burtur í tíð og stað, tí stórbæra umhvørvið pirraði til allar sansir og undran hjá einari smágentu. Eg minnist so eisini sunnudagsbiltúrarnar runt Agnið, tá ið mamma skuldi læra at koyra bil, og til Rituvíkar, tá ið gamli skuldi hyggja eftir briminum....men lat tað fara.

Eg fái illa lýst við orðum, hvussu stóran týdning, eg haldi, at økið við Toftavatn hevur. Hvussu eitt slíkt øki hevur tað, er sum at mála fepurin hjá øllum livandi rundanum. Og jú meira eg læri um tað, jú meira sannførd verði eg um, at tann náttúran, ið Sigmund Petersen málaði einaferð í 1965, eigur at verða verandi júst sum hon er, tó kanska við einari gøtu rundanum stóravatn undantikið, um farið verður til verka við sama skynsemi sum við hesari gøtuni.

Í fjør fór eg undir eina eitt árað ferðaleiðaraútbúgving, sum er staðsett í Miðnámsskúlanum í Vestmanna. Tað skal sigast, at eg tá hevði hálvtíðarstarv í Havn, og hugsaði at tað var so líka til, at brúka hina helvtina av tíðini at førleikamenna meg innan ferðavinnuøkið, sum eg áður havi starvast í, og fáa størri vitan um okkara land, náttúru, mentan og siðsøgu. Útbúgvingin fer ikki bert fram á skúlabonki, men fleiri útferðir verða gjørdar við ferðaleiðarum, sum hava holla vitan um eitthvørt evni.

Tann fyrsta útferðin var til Toftavatn við lívfrøðinginum Magnus Gaard, og tað gjørdist mær greitt, at her við Toftavatn liggja nógv virðir, sum áður høvdu verið mær ósjónlig og ókend, men tó so viðkomandi. Komin helvtina av vegnum, eftir gøtuni, ja, faktisk beint við her, sum vit standa í kvøld, gjørdu vit ein steðg, tí onkrastaðnis nærhendis var ein blóma, sum er sera sjáldsom. Men tað vildi so vera, at meðan ferðaleiðarin leitaði, og vit bíðaðu, festu míni eygu seg á ein lítlan blett nærhendis, sum eg fór at kanna nærri. Og mín sann,  um ikki hetta var lítla sjáldsama blóman, ið leitað varð eftir. Kanska er alt tilvild, men heimkomin helt lítla Neyðarnartlið á fram at spíra, og eg festi tí hesi orð á blað:

Neyðarnartl í nánd

hon er viðbrekin, nett, og sjáldsom,-
tú varnast hana bert,
um tú veruliga leitar

vakra floyalskenda krúnan skyggir ljóst reyð,
í bløðunum hómast døkkar purpurlittar æðrar,
og innast inni darrar eitt dúnmjúkt hjarta,
sum slær í takt við mítt

hon angar av søtum hunangi,
um náttina hylja bløðini bleyta hjartað,
um morgunin fetta tey sær á
og lova ljósinum framat

í stóru heildini, er hon bert eitt neyðarnartl,-
fyri tey flestu hevur hon einki at siga,
fyri mær segði hon alt,
sum stendur millum linjurnar

hon kom óvart á meg,-
kanska átti eg ikki at hava funnið hana,
men hon kendist sum várligt døgg á vetrarkalda húð

nú eg havi sæð hana,
er hon ein sorgblíð áminning um tað,
ið ikki er okkara,
og tó í nánd

Náttúran er ikki okkara, hon er okkum bert til láns ta stokkutu stund, vit hava jarðiskt lív. Neyðarnartlið er ikki mítt, men eg lánti hana til íblástur eina løtu, og í dag er hon eisini ein lítil søga, sum eg síggi fyri mær, tá ið eg hyggi eftir málninginum hjá Sigmundi Petersen, sum nú hongur í stovuni heima hjá mær.

Málningurin er gamaní ein fastfryst løtumynd av náttúruni kring Toftavatn í 1965, sum higartil ikki er broytt nakað stórvegis, og enn er partur av okkara kollektiva minni. Tað skal verða mín vón, at hetta verður ein ævimynd, sum míni langommubørn - einaferð tá tey hava arvað málningin - kunnu njóta og fáa søgur burturúr, á sama hátt sum eg, og at hetta vakra og serstaka náttúruøkið verður varðveitt, júst sum tað sær út í málninginum frá 1965, og sum tað sær út her í kvøld beint fyri føtirnar á okkum.

At enda fari eg at nýta høvi at takka fyri ta góðu móttøkuna, eg havi fingið, nú eg var so heppin at fáa starvið sum mentanarsamskipari í Runavíkar kommunu. Sjálvdan havi eg hitt so nógv fyrikomandi og smílandi fólk, sum hava spurt, hvussu tað er at leita aftur á slóðina. Jú, hjartarøturnar eru festar djúpt í hesum jørðildinum, ikki minst takkað verið øllum søgunum, sum opinberaðu seg fyri mær, tá ið eg hugdi nærri eftir málninginum hjá Sigmundi Petersen, eins og Neyðarnartlið opinberaði seg fyri mær, skamt her frá.

Nú veit eg ikki, um síðsta vika við sól og hita um alt landið var SUMMARIÐ í ár, men eg fari til allar seinast at kasta skeptiska eysturoyarhamin av mær og ynskja okkum øllum eitt gott summar.

Takk fyri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo