40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í eina tíð hava lokalir matframleiðarar havt møguleika at selja matvørur í smáttunum, sum hava staðið við bátabrúgvarnar. Talan hevur verið um m.a. turt kjøt, kjøtpylsu, rullupylsu, røst seyðarhøvd, blóðpylsu, garnatálg, rabarbusúltutoy og turr lambstjógv.

Hetta hevur m.a. verið ein liður í umhvørvisátakinum Slóða fyri hjá Klaksvíkar kommunu, har eitt av endamálunum er at skapa eitt stað í býnum, har lokalir matframleiðarar hava møguleika at selja sínar matvørur.  

Atli S. Justinussen, formaður í Havna og Vinnunevndini, segði í tíðindaskrivi 29. mars, at tað er stórur tørvur á at fáa eitt sølutorg við bátabrúgvarnar í Klaksvík. Tí verður nú farið undir at menna umstøðurnar til slík endamál.

Í hesum sambandi hevur kommunan, saman við Norðoya Kunningarstovu, skipað viðurskiftini soleiðis, at tað verður ómakaleyst hjá áhugaðum seljarum at royna hendan møguleikan.

Annika S. Biskopstø, forkvinna í Heilsunevndini, sigur, at eitt slíkt torg kann við tíðini gerast ímyndin av eini burðardyggari matvinnu, har møguleiki er at keypa lokalt. Tí hevur tað ómetaliga stóran týdning, at vit longu nú kunnu gera okkum nakrar royndir, har vit varpa ljós á mat í nærumhvørvinum og teir umhvørvisligu fyrimunirnir, sum standast av at keypa lokalt.

- Eg eri sannførd um, at eitt slíkt umhvørvi kann virka til, at fólk blíva meira tilvitað um alt tað fantastiska tilfeingið, sum vit hava í okkara nærumhvørvi.

- Eg vil tí heita á øll, sum eru áhugaði í at selja føroyskan burðardyggan mat, um at royna hendan møguleikan og at seta seg í samband við Norðoya Kunningarstovu, sum kann vegleiða í samband við sølu í smáttunum.

Annika S. Biskopstø sigur at enda, at um fleiri brúka møguleikan, tess størri grundarlag er fyri at menna eitt komandi sølutorg til ymiskar tørvir.  Tí tá ið vit seinni í hesi býráðssetuni fara undir at skipa sølutorgið, so fara vit at byggja á royndirnar hjá teimum, ið hava selt í smáu smáttunum hjá kommununi, og harvið geva teimum enn betri umstøður, soleiðis at hendan vinnan kann mennast enn meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo