40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tórshavnar kommuna: Tú søkir um at brenna nýggjársbál á netinum HER áðrenn 31. desembur 2017 klokkan 12.00.

Strangar treytir eru krøktar upp í heimildina at brenna nýggjársbál. Kommunan skal sambært kunngerð góðkenna øll bál á nýggjárinum.

Treytirnar fyri at fáa loyvi eru hesar:
• at bert reinur, óviðgjørdur og turrur viður verður nýttur
• at støddin á bálinum er í mesta lagi 3 metrar í diametur og 2 metrar í hædd
• at bál, størri enn 3 metrar í diametur og/ella 2 metrar í hædd, skulu frammanundan góðkennast av Sløkkiliðnum við sýn á staðnum og verða bert loyvd, metir Sløkkiliðið trygd og frástøðu at verða hóskandi til umstøðurnar
• at veðrið er til vildar, og vindferðin skal í mesta lagi verða 15 m/s
• at frástøða til hús og lutir verður nóg stór
• at navnsnevndur ábyrgdarpersónur er á staðnum
• at navn, bústaður og telefonnummar verða upplýst Sløkkiliðsstøðini, telefon 302100.
• at um neyðugt verður hjá Sløkkiliðnum at fara á staðið at sløkkja ella rudda, er tað navngivni ábyrgdarpersónurin, ið fær rokning.
• at økið verður ruddað í seinasta lagi dagin eftir
• mælt verður til, at hava spannir ella vatnkør á staðnum til sløkking ella køling, skuldu brunaskaðar komið fyri.

Sera umráðandi er, at fýrverk ikki verður tveitt í bálið.

Hesar treytir skulu tryggja, at bálbrenningin verður gjørd við skynsemi, umframt at minst møgulig umhvørvisárin standast av brenningini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo