40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tórshavnar kommuna sóknast vegna Ung í Arbeiði eftir bólkaleiðarum at arbeiða í ein knappan mánað í summar.

Bólkaleiðarin leiðir saman við samskiparanum ungdómin, ið ger fyrifallandi arbeiði í kommununi.

Arbeiðið fatar um tíðarskeiðið 25. juni til og 20. juli.

Bólkaleiðararnir eru vanliga millum 25-35 ár. Kommunan setir eingi krøv um útbúgving, men royndir við ungum og góður kunnleiki til vanligt handaligt arbeiði er ein fyrimunur.

Eisini bólkaleiðarar til Nólsoy og Kollafjørð
Umframt at leita eftir bólkaleiðarum til Havn/Argir/Hoyvík, sóknast Ung í Arbeiði eisini eftir tveimum bólkaleiðarum til toymini í Nólsoy og Kollafirði.

Starvið verður lønt sambært sáttmálanum millum Havnar Arbeiðsmannafelag og Havnar Arbeiðsgevarafelag. Viðbót verður latin fyri at virka sum bólkaleiðari.

Meira fæst at vita um verkætlanina frá samskiparanum Peturi Háberg. Send ein teldupost til ungiarbeidi@torshavn.fo

Umsókn skal vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi týsdagin 5. juni 2018 kl.12, og verður hetta gjørt á netsíðuni hjá Ung í Arbeiði, sum tú finnur HER

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo